Illa gitin narkobarónur tikin í Meksiko

Meksikanskar serdeildir hava handtikið leiðaran í harðrenda Los Zetas narkoringinum, Miguel Angel Trevino.

Hann varð tikin í býnum Nuevo Laredo við markið til amerikanska statin Texas, siga embætismenn við AFP.

Trevino, ið er kendur sum Z-40, varð fangaður saman við tveimum øðrum, skrivar Jyllandsposten.

Zetas verður mettur sum ein av valdsmestu og hættisligastu rúsevnabólkunum í Meksiko. Fyrrverandi leiguhermenn stovnaðu bólkin, sum er gitin fyri sín ráa framferðarhátt.

Fyri átta mánaðum síðan drópu hermenn undangongumannin hjá Trevino - Heriberto Lazcano.

Trevino er gitnasti rúsevnabarónur, ið er handtikin, eftir at Enrique Pena Nieto forseti kom til valdið í desember. USA hevði lovað 30 milliónir krónur fyri upplýsingar, sum elvdu til, at hann varð handtikin. Meksiko var til reiðar at geva stívliga 13 milliónir krónur í finningarløn.

Tá Felipe Calderon forseti sat við valdið, fingu myndugleikarnir fatur á stórum parti av teimum ringastu eftirlýstu rúsevnaoddafólkunum. Hesi árini frá 2006 til 2012 doyðu meir enn 70.000 fólk av rúsevnaávum.

(Mynd: Eduardo Verdugo)