ILA tálmar vøkstrinum í alivinnuni

Alivinnan hevur havt stóra framgongd tey seinastu árini, men ILA tálmar nú vøkstrinum. Alibrúk mugu leggjast still, og nøgdin av smolti, ið verður sett út, minkar samsvarandi

 

Alarar berjast á tveimum hermótum í hesum døgum. Fyrst hevur ILA rakt fleiri alibrúk seinastu átjan mánaðirnar, og sum stein omaná byrðu eru prísirnir í botni. Tí er stóri vøksturin í alivinnuni tálmaður, og ætlanir um at økja tonsatalið av laksi í Føroyum munandi eru fyribils lagdar til viks.

Við ársbyrjan mettu smoltstøðirnar, at stívliga 12 milliónir smolt fóru at verða sett út seinna helming av hesum árinum. Hetta talið er tó minkað niður í 7,8 milliónir smolt, nú árið er farið at halla. Hetta kemst av, at fiskur nú ikki kann alast á fleiri firðum í ávís tíðarskeið vegna ILA-sóttina.

Hetta stendur at lesa í Alitíðindum, sum P/F Fiskaaling letur gera. Talan er um hagtøl og metingar av alivinnuni í Føroyum. Alarar hava svarað spurnarbløðum, og tað er hesi hagtøl metingarnar byggja á. Alarar kunnu soleiðis samanbera egið alibrúk við onnur.


ILA ávirkar vøksturin

Hóast ILA hevur rakt seks alibrúk í Føroyum, so er tó enn ein vøkstur at hóma í teimum tølum, ið verða kunngjørd.

Ein uppgerð frá ali- og smoltstøðum vísir, at góðar 19 milliónir laksasmolt og síl fóru í aliringarnar kring landið í 2000. Í 1999 var hetta talið 15,5 milliónir og 13,3 millónir í 1998. Eftir at hava vitjað á á flestu smoltstøðunum í september í ár metir Fiskaaling, at samlaða talið av sjóbúnum fiski í 2001 verður stívliga 21 milliónir. Størsti parturin er laksasmolt, meðan 3,7 milliónir eru ælabogasíl.

Talið av laksasmolti, sum er sett út í aliringarnar, er vaksið støðugt. Um ársskiftið mettu alarar, at 20 milliónir laksasmolt fóru at verða sett út í ár, men hetta talið hevur verið heldur lægri á umleið 17 milliónum.

Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at fleiri aliøki skulu liggja still við ongum fiski í eina tíð vegna ILA. Ein onnur kann vera, at stórt felli hevur verið, tá smávaksin fiskur er farin á sjógv móti vetri. Triðja orsøkin er, at prísurin hevur verið óvanliga lágur í heyst.


Lágur prísur

Andrias Reinert, ið hevur skrivað Alitíðindi, sigur um prísin, at hann er so lágur sum ongantíð fyrr. Í fjør var prísurin methøgur, og nú er hann fallin við einum braki. Hetta kann vera ein orsøk til, at færri smolt verða sett út í ár enn mett varð frammanundan.

ILA hevur eisini ávirkað útflutningin av rognum. Hesin útflutningur tók seg upp í 1999, tá alarar fóru at útflyta rogn á fyrsta sinni. Útflutningurin, ið mest var til Kili, var 10 milliónir laksarogn. Nú ILA er staðfest í Føroyum, er áhugin hjá kilenarum minkaður, og teir keypa ikki rogn her longur.

Andrias Reinert sigur eisini, at aling av ælabogasílum hevur tikið dik á seg seinastu árini. Hetta er orsakað av tí góða prísinum, ið hevur verið. Serliga vóru tað japanarar, ið vístu áhuga. Sílini eru heldur ikki eins viðbrekin, tá talan er um sjúku sum laksurin.

Í mong ár vóru bara tvær smoltstøðir, ið fingust við at ala síl, men nú eru tær átta í tali, og tær framleiða 3,7 milliónir síl. Hesin parturin av vinnuni hevur eisini verið í støðugum vøkstri seinastu árini. Í 1996 vórðu bara 346.000 síl latin alistøðunum, men nú er talið komið uppá 3,7 milliónir.

Nýtslan av fóðri er eisini uppgjørd, og hon er nærum tvífaldað síðan 1997, tá smoltstøðirnar nýttu 631tons av fóðri. Í fjør var nýtslan komin uppá 1.200 tons

Í 1997 var av álvara farið at byggja út á smoltstøðum, og talið av fólki í arbeiði er økt nakað. Í dag hava 139 fólk starv í alivinnuni. 98 av hesum hava fast arbeiði, meðan 41 eru eyka. Hetta kann samanberast við 75 starvsfólk í 1995.