Iktus vísir bíbliukjakið millum Hans Andrias Sølvará og Berg Debes Joensen í dag Kristiliga sjónvarpsstøðin, Iktus vísir ikki bara møtir, andaktir og upplestur. Tiltikna bíbliukjakið millum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing og Berg Debes Joensen, prest, sum var í Miðlahúsinum tann 12. januar verður at síggja og hoyra á kristiligu sjónvarpsrásini í dag. Eitt kjak, sum fólk í báðum pørtum mettu verða gott og gagnligt.
Iktus vísir bíbliutjakið fyrstu ferð kl. 11 í dag. Bíbliutjakið verður endursent kl. 16 og kl. 21. IKTUS analog sæst t.d. í Tórshavn og parti av Skálafjørðinum við einari UHF antennu settari beinleiðis í sjónvarpið, tað nýtist eingin kassi til hetta. Antennan skal vendast móti Nólsoynni, og signalið skal leitast inn í sjónvarpið.