Sama dag sum samráðingarnar vóru millum Landsstýrið og donsku stjórnina, var Finnbogi Arge, landsstýrismaður, í Keypmannahavn og tosaði við Sonju Mikkelsen, ferðslumálaráðharra, um útbygging av flogvøllin í Føroyum, og um at fáa sett einaupphædd til endamálið á donsku fíggjarlógina.
Spurdur um tað ikki var løgið at biða danir um pening til útbygging, sama dag sum føroyingar vóru í Danmark og bóðu um at fáa politiska og búskaparliga valdið til Føroya, sigur Finnbogi Arge, at júst flogvøllurin ikki var nevndur í avtaluni.
Avtalan er ein búskaparliga avtala um at yvirtaka nakrar grunnar, sum beinleiðis hava við føroysk viðurskifti at gera, eins og ein ætlanaryvirlýsing viðvíkjandi suverenitetinum, sigur landsstýrismaðurin.
Flogvøllurin er danskur og umsitin av donskum myndugleikum. Tað var tí so náttúrligt at eg royni at fáa hann útbygdan at taka ímóti ferðsluni, sum verður í framtíðini, og at tryggja hann so væl sum til ber, sigur Finnbogi Arge.
Flogvøllurin skal leingjast 200 metrar, og nýggj innflúgvingarskipan skal gerast, og tí var neyðugt hjá landsstýrismanninum at seta seg í samband við ferðslumálaráðið um fígging til útbyggingina.
Danir vilja viðgera málið undir einum
Tá eg tosaði við Sonju Mikkelsen, ferðslumálaráðharran, vísti tað seg, at hon vildi taka alt flogvallarmálið upp undir einum. Tað merkir, at danir vilja hava eina endaliga loysn á málinum
Vit skulu kanna rakstur o.a. viðvíkjandi flogvøllinum. Tá vit hava fingið tilfarið til vega, verður avgerð tikin um, hvussu verður frameftir, sigur Finnbogi Arge.
Hann heldur, at skulu vit yvirtaka flogvøllin, so skal hann vera í hampuligum standi. Tað hava danir skyldu at gera.
Vøllurin 9 mió. krónur hall árliga
Sum er, hevur flogvøllurin í Vágum stórt undirskot. Talan er um einar níggju mió, krónur árliga.
Vit eru ikki áhugað at yvirtaka eina undirskotsfyritøku, og tí mugu vit gera eina avtalu, sum tekur hædd fyri tí. Danski ferðaslumálaráðharrin veit, at tað kostar føroyingum at yvirtaka flogvøllin. Tað skal verða fíggjarliga forsvarligt.
Avtalavið danir um hvør skal gjalda
Vilja danir sleppa av við flogvøllin, so skal ein avtala taka hædd fyri, hvør skal gjalda undirskotið.
Av tí at vit ikki eiga vøllin, skal hann ikki gjaldast um okkara fíggjarlóg, sigur Finnbogi Arge, sum væntar, at tøl o.a. í samband við kanningina av flogvøllinum verður liðug í heyst.
Sosialurin royndi at fáa viðmerking frá Sonju Mikkelsen, ferðslumálaráðharra, men hon var stødd í Brüssel, og kemur fríggjadain.