Ráðgeving
ICES er komið við sínum stovnsmetingum og ráðgeving um fiskastovnarnar, og hesar metingar fevna eisini um fiskastovnarnar undir Føroyum. Fiskirannsóknarstovan er við í arbeiðnum hjá ICES, og hon er eisini umboðað í ráðgevandi nevndini hjá felagsskapinum.
Niðurskurðirnir í ráðgevingini hjá ICES eru stórir, bæði tá ið ræður tosk, hýsu og upsa, sum eru tey týdningarmiklastu fiskasløgini hjá okkara feskfiskaflota.
Um eina viku
Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, skal Fiskirannsóknarstovan í seinasta lagi, 15. juni, lata landsstýrinum sítt tilmæli um veiðina undir Føroyum fyri komandi fiskiár.
Tá ið stovnurin er umboðaður í ICES, er ikki undarligt, at tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni plaga at liggja nær ráðgevingini hjá altjóða felagsskapinum, sum eisini hevur føroysk "data" við í sínum metingum.
- Vanligt er, at vit brúka ráðgevingina hjá ICES sum útgangsstøði undir okkara metingum, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu.
Hann vísir á, at niðurskurðirnir í veiðini eftir toski, hýsu og upsa, sum ICES mælir til, eru ógvusligir, men hesir byggja á tær metingar og teir veruleikar, sum ráðgevandi stovnurin hevur at halda seg til.
Ymiskir skurðir
Hjalti sigur, at tá ið Fiskirannsóknarstovan fyri einum ári síðan skuldi gera sítt tilmæli til landsstýrið, var upp á tal at mæla til ymiskar niðurskurðir í veiðini hjá ávísum skipabólkum, men hetta varð so ikki gjørt í hesum føri.
- Nú tilmæltu niðurskurðirnir eru so stórir, fara vit at hyggja upp á hesi viðurskiftini av nýggjum.
Hann vísir á, at enn er ein vika eftir, til tilmælini hjá stovninum skulu latast landsstýrinum, og tí dugir hann ikki við vissu at siga, um stovnurin fer at mæla til ymiskar niðurskurðir ? ella sum vanligt hevur verið; at niðurskurðirnir verða yvir ein "kamb", sum hann tekur til.
- Tað er ikki óhugsandi, at tilmælini í ár verða ymisk fyri einstøku veiðibólkarnar, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Lesið aðrastaðni í blaðnum um stovnsmetingarnar og ráðgevingina hjá ICES.