Ikki vandaleyst at raka skáphárini av sær

Tey seinnu árini er tað vorðið alt meiri vanligt, at fólk raka skaphárini burtur, men tað er ikki heilt vandaleyst

Summi brúka saks, onnur rakimaskinu ella -rakiknív, og uppaftur onnur brúka okkurt smyrsl, sum beinir skaphárini burtur. Men sambært serkunnleikanum kann tað hava sínar avleiðingar.
Í einum vísindatíðarriti skriva franskir húðgranskarar, at vandin fyri húðvirus veksur, tá fólk koyra skaphárini av kroppinum. Teir siga, at tey seinastu tíggju árini hava læknar staðfest nógvar tilburðir av poxvirusinum Molluscum contagiosum ella MCV, sum gevur pirrur ella bløðrur. Virusið smittar við, at fólk nema við hvørt annað og við kynsliga samveru.
Í einari frágreiðing skriva teir fronsku serfrøðingarnir um 30 fólk, sum komu til lækna, tí tey vóru smittað við MCV, og at 27 teirra høvdu rakað skaphárini av sær. Niðurstøðan hjá læknunum er, at tá skaphárini verða koyrd burtur, verður eitt lítið sár eftir, og har búnast MCV-virusið.
At enda ein vegleiðing frá teimum fronsku granskarunum: Tað vísir seg, at vandin fyri at fáa virus er nógv minni ella kanska eingin, um fólk brúka lasertól heldur enn rakimaskinu, tá tey koyra skaphárini av sær.