Alfred Olsen, formaður Sambandsfloksins á tingi, vísir aftur, at tingmanningin ikki hevur verið kunnað um samráðingarnar um sonevnda ólavsøkupakkan.
- Tingmanningin hevur verið við. Ein annar spurningur er so, nær man er nóg mikið við, men eg kenni ikki, at vit ikki hava verið við í tilgongdini, sigur Alfred Olsen.
Hann sigur, at Sambandsflokkurin alla tíðina hevur lagt dent á, at talan ikki er um ein kreppupakka, men um ein vakstrarpakka.
- Tingini kundu kanska havt verið gjørd eitt sindur ørvísi, men tað er nú, at tað stóra arbeiði byrjar. Vakstrarpakkin eru nakrar rammur, sum vit nú skulu útfylla við lógararbeiði og raðfestingum, sigur Alfred Olsen.
Hann sigur, at tað fyri tað mesta hava verið floksformenninir í samgonguflokkunum, sum hava arbeitt við sonevnda ólavsøkupakkanum, men heldur kortini ikki, at tingmanningin hevur veirð hildin uttan fyri.
- Íløgurnar vórðu jú hækkaðar 100 milliónir krónur, og tað er júst meiningin við vakstrarpakkanum. At spræna pening út í samfelagið til arbeiðsskapandi endamál. Nú verður tað so upp til okkum at finna út av og raðfesta, hvat peningurin skal brúkast til, sigur Alfred Olsen
Floksdisiplin
Tað er eingin loyna, at bæði tingmenn úr Sambandsflokkinum og úr Javnaðarflokkinum hava verið úti alment og kritisera bæði ólavsøkupakkan og arbeiðsgongdina í sambandi við hann. Men formaður Sambandsfloksins á tingi heldur kortini ikki, at floksdisiplinin í Sambandsflokkinum er vánalig.
- Sjálvandi er altíð best, at ein flokkur er púra samdur í slíkum málum. Hinvegin hevur tað ongantíð verið sambandspolitikkur at geva tinglimum munnkurv, sigur Alfred Olsen.
Hann sigur, at man skal varða seg fyri at gera tingfólk til nikkudukkur, og at positivur kritikkur er góður.
- Fíggjarlógaruppskotið skal verða liðugt um mánaðarskiftið august/september, og tað gevur okkum ein mánað til politiska viðgerð av uppskotinum, sum skal leggjast fyri tingið 1. oktober. Og so fáa vit at vita, hvussu fíggjarlógaruppskotið fer at síggja út í mun til ólavsøkupakkan, sigur Alfred Olsen.
Hann hevur sostatt einki ímóti at úttala seg til miðlarnar og heldur tvørtur ímóti, at tað púra óvanligt í einari politiskari demokratiskari tilgongd, at geva sær sjálvum munnkurv, eins og flokkarnir hava gjørt í samband við viðgerðina av pensjónsmálunum.