Tíðindafundur
Venjarin hjá Luksemborg hevur verið longri í venjarastarvinum, enn nakar annan landsliðsvenjari í Europa. Hann er ættaður úr Luksemborg, og hann var landsliðsspælari í sjeyti árunum. Síðani 1985 hevur hann verið landsliðsvenjari.
Leygardagin sást hann undir dystinum alla tíðina at veipa við ørmunum og at tosa við fjórða dómaran, tá tað bar til. Tað var týðuligt, at venjarin ikki var nøgdur, og á tíðindafundinum var hann sera vónbrotin:
? Eg havi ongar viðmerkingar til fótbóltsspælið. Tað var einki fótbóltsspæl at síggja, tí umstøðurnar vóru ikki at spæla fótbólt í, staðfesti Paul Philipp, sum síðani tosaði eina rúgvu um veðrið.
Tá Føroyar og Luksemborg 24. mars spældu í Luksemborg, regnaði tað illa, og vøllurin var tungur, men venjarin helt ikki, at veðurumstøðurnar kundu sammetast, og hann segði seg ikki hava verið í sovornum fótbólts ódnarveðrið tey sekstan árini, sum hann hevur verið landsliðsvenjari.
Langt síðani seinast
Tað var einki at siga til, at venjarin hjá Luksemborg var vónbrotin. Sjálvandi hevði avrikið verið øðrvísi, um veðrið hevði verið øðrvísi, men tað er lítið sannlíkt, at úrslitið hevði verið gestunum meiri til fyrimunar.
Men venjarin hevði vónað og billað sær inn, at tað hesa ferð skuldi eydnast at vinna sigurin, sum hann og hini í Luksemborg hava bíðað eftir síðani 1995.
Í undankappingini til EM endaspælið í Onglandi í 1996 vann Luksemborg tríggjar dystir. Teir vunnu tvær ferðir 1?0 á Malta, og so eydnaðist teimum á heimavølli at vinna 1?0 á Kekkia, sum í EM endaspælinum í Onglandi kom í finaluna, har teir taptu ímóti Týskalandi.
Síðani tá hevur tað ongantíð eydnast Luksemborg at vinna. Tá teir í HM undankappingini komu í bólk saman við Føroyum høvdu teir vónað, at tað aftur skuldi eydnast at vinna. Nú eru báðir dystirnir spældir. Føroyar hava vunnið 2?0 og 1?0, og tað sigur seg sjálvt, at teir í Luksemborg eru vónbrotnir.










