Ikki uppiborið tap

Liðskiparin hjá HB, Fróði Benjaminsen, helt eftir dystin í gjárkvøldið, at teir høvdu tamarhald á støðuni allan vegin.

- Vit taptu upp á eitt mótálop í yvirtíðini í einum dysti, har vit ikki høvdu uppiborið at tapt. Men soleiðis er fótbóltur, segði Fróði Benjaminsen.

Í dystinum hevði HB stórar trupullekar við at lirka stinnu EB/Streyms-verjuna upp, men HB-liðformaðurin helt, at liðið tó hevði sínar møguleikar.

- Vit tóku teir ikki í dag, men vit ætla ikki, at hetta skal spilla gulldreymirnar, segði Fróði.