Vit hava spurt Eyðun Samuelsen, sum er altjóða dómari fyri Føroyar, og hann sigur púra greitt, at dómaraborðið einki hevur at gera á gólvinum.
- Groft sagt, so skulu fólkini við dómaraborðið sita í frið í 60 minuttir. Tey skulu halda skil á málum, minuttum, gulum kortum og útvísingum. Og so skulu tey eisini halda eyga við, at útskiftingar fara rætt fram. Onnur viðurskifti kring dystin hava tey einki við at gera. Heldur ikki, um støðan verður, sum hann varð tað eftir dystin í Havn. Tá eiga onnur ábyrgdarfólk á staðnum at koma dómaranum til hjálpar, um hetta gerst neyðugt, sigur Eyðun.
-mørk
Mynd: Gudrun
Tað er ikki uppgávan hjá dómaraborðinum at leggja seg út í ósemjur, sum standast úti á vøllinum, sigur Eyðun Samuelsen