Øll tey mongu, sum hava mist starvið á Vága Floghavn í kjalarvørrinum á koronu, skulu ikki vænta sær at fáa starvið aftur fyribils.
Sum vit skrivaðu í áðni, er talið á ferðafólkið eini 57-58 minni í fjør enn tað var í 2019, og stjórin væntar ikki, at nøkur framgongd verður teir fyrstu mánaðirnar næsta ár.
https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/hava-mist-eini-300000-ferdafolk/Les eisini: Hava mist eini 300.000 ferðafólk
Hetta hevur rakt flogvøllin sera hart fíggjarliga, og fyri at leggja upp fyri fíggjarliga missin, eru fleiri fólk søgd úr starvið og annars er einki gjørt, sum upp á nakran máta kann útsetast.
Men flogvøllurin skal hava eitt ávíst tal á starvsfólki og Regin I. Jakobsen sigur, at enn er óvist, nær tey aftur kunnu fara undir at seta fleiri fólk í starv. Men hann sigur, taðat verður ikki í bræði, tí framgongdin skal vera rættiliga stór, áðrenn tað verður tørvur á fleiri fólkum.
Vága Floghavn fekk eisini eina fíggjarliga innspræning upp á 15 milliónir úr landskassanum. Regin I. Jakobsen sigur, at tey høvdu tvinnar kostir, antin máttu tey taka lán, ella mátti eigarin seta meiri pening í felagið fyri at hava tað neyðuga gjaldførið. Eigarin gjørdi sostatt av at seta 15 milliónir í Vága Floghavn, og stjórin sigur, at eftir hansara bestu sannføring, verður ikki brúk fyri eini fíggjarligari innspræning afturat.
Hann sigur, at tey hava væntað eina minking hesar næstu mánaðirnar, men so vænta tey eitt lítið lop á páskum, men so vænta tey aftur, at tað verður fram ímóti sumri, at ein støðug framgongd aftur fer at hómast.
– Men tað treytað av, hvussu tað gongst at koppseta fólk, bæði í Føroyum og aðrastaðni, men so leingi øll lond eru tey, tora fólk ikki at ferðast – og tað er heldur einki endamál við at ferðast, tí nógva staðni rundan um okkum, er alt lukkað, so tað er einki at fara til.
Men gongst tað væl við koppsetingini, kann tað verða út ímóti sumri, at tað lýsnar aftur, sigur Regin I. Jakobsen.