Ikki til Myanmar

Fleiri danskar ferðaskrivstovur hava valt at strika Myanmar av ferðaskránni orsakað av teirri spentu støðuni har. René Andersen, stjóri á ferðaskrivstovuni Hannibal & Marco Polo, sigur við Ritzau, at tey hava eingi ferðafólk í Myanmar nú, og at allar ætlaðar ferðir í heyst eru avlýstar. Síðani 1998 hevur danska stjórnin mælt ferðaskrivstovum frá at senda fólk til Myanmar, tí tað kann tulkast sum stuðul til hernaðarstýrið her, men skrivstovurnar hava ikki gjørt eftir áheitanini.