Ikki til arbeiðis í eina viku

Men annars ávirka stóru skógareldarnir í Kalifornia ikki lívið so ógvuliga nógv, sigur Rebecca Kelly, sum býr í harðast rakta býnum, San Diego

Herviligu skógareldarnir, sum í meiri enn eina viku hava herjað í statinum Kalifornia, halda fram við somu megi.

Sløkiliðini hava nú uppgivið vónina um at fáa tamarhald á eldunum, og royna nú í staðin at bjarga tí, ið bjargast kann. Nógv túsund fólk eru rýmd frá húsi og heimi, og sambært tíðindastovunum hava tvey fólk mist lívið í skógareldunum.

Føroyska Rebecca Kelly býr í sunnara partinum av býnum San Diego, sum er ein av harðast raktu býunum í øllum statinum.

- Vindurin er minkaður nú, men teir hava kortini ikki fingið tamarhald á eldunum enn. Her hjá okkum er støðan ikki so ógvuliga hættislig, tí vit búgva so sunnarliga, men vit merkja væl nógva roykin og eisini sterka luktin, tá vit fara útum, sigur Rebekka Kelly.

Hon sigur, at herviligu skógareldarnir hava havt ta ávirkan, at hon ikki hevur verið til arbeiðis í eina heila viku. Tað ber snøgt sagt ikki til at koma fram fyri eldunum.

Eldarnir gera, at fleiri av motorvegunum eru stongdir. Tað ger so, at tað eru ógvuliga nógv fólk, sum ikki sleppa til arbeiðis, og har eri eg ein teirra, sigur Rebecca Kelly.

 

Fólk hjálpast at

Hóast eldarnir sjálvandi ávirka gerandisdagin hjá øllum har um vegir, so er støðan kortini ikki so ring, har sum Rebecca býr.

- Vit merkja eldarnar væl, men ikki so nógv, at vit mugu rýma heimanífrá, sigur hon.

Annars metir hon ikki, at panikkur er í fólki, ella at tey eru serliga bangin í heila tikið.

- Nei, eg haldi ikki, at ræðsla er á fólki. Sjálvandi, onkur er deyður av eldunum, men eg haldi, at fólk standa saman og hjálpa hvørjum øðrum. Men nógv hava verið noydd at rýma úr húsunum, og tey vita ikki, hvussu støðan er við teirra heimum, vísir Rebecca Kelly á.

Seinastu tíðindini í morgun benda annars á, at sløkkiliðsmenn eru um at fáa tamarhald á støðuni. Hartil hevur løgreglan í San Bernadino skotið og dripið ein mann úr Arizona, sum teir hava illgruna til kann vera ein av pyromanunum, sum løgreglan illteinkir fyri at standa aftan fyri eina røð av skógareldunum.

Maðurin bar seg illgrunasamt at við California State University, og eftir eina biljagsrtan ætlaði maðurin at koyra á løgreglubilin, so løgreglumenninir sóu seg noyddar at skjóta mannin. Nú verður kannað, um maðurin hevði í hyggju at seta eld á skógarvøksturin við universitetið.