Seinastu vikurnar hava vit hoyrt nógv um býráðsfundin á Tvøroyri, har nýggi meirilutin skuldi taka ræði á nevndunum í kommununi. Tann fundurin er júst liðugur, og greitt var, at fólk høvdu væntað nakað av spenningi, tí nógv fólk vóru komin saman í býráðshúsinum á Tvøroyri, eins og miðlarnir vóru væl umboðaðir á staðnum.
Tær føstu nevndirnar vórðu valdar av nýggjum soleiðis at nýggi meirilutin á Tvøroyri nú hevur ræðið á øllum nevndunum. Ein síðsta finta var tó at síggja frá gamla meirilutanum við Kristini Michelsen á odda, sum til tað síðsta royndi at varðveita meirilutan í fíggjarnevndini, sum uttan iva er tann mest umráðandi nevndin.
Borgarstjórin er automatiskt formaður í fíggjarnevndini. Annars telur nevndir í alt tríggjar limir íroknað formannin. Gamli meirilutin skipaði seg í valbólk og skuldi lutakast vera um vera um tann triðja limin í Fíggjarnevndini. Hetta lutakasti tapti gamli meirilutin, tí tað var navnið á Bjarna Hammer, sum varð drigið út posanum, og sostatt hevur nýggi meirilutin eisini tveir av trimum fíggjarnevndarlimum. Sostatt eru Kristin Michelsen, Bjarni Hammer og Kristina Roest í fíggjarnevndini í Tvøroyrar Býráð nú.
Tað var síðst í desember, at tað gjørdist greitt, at Kristin Roest, býráðslimur á Tvøroyri, hevði skipað meiriluta saman við Javnaðarflokkinum í býráðnum, og soleiðis sett Kristin Michelsen og gamla meirilutan í minniluta. Síðani hevur nýggi meirilutin roynt at fingið í lag býráðsfund, har nevndirnar í kommununi skuldu veljast á nýggjum og hesin fundur hevur also verið á skránni í dag.
Umframt tær føstu nevndirnar, sum eru mannaðar av nýggjum í kvøld, hevur Tvøroyrar kommuna fleiri undirnevndir. Hesar verða valdar av nýggjum á næsta býráðsfundinum.