Annar av venjarunum hjá VB, Egill Steintórsson, helt eftir dystin í Vági, at Tjaldur er sum ein plága fyri VB, tí eftir at hava vundið burtur úr Stjørnuni fyri tveimum vikum síðani, megnaði VB slett einki at gera við Tjaldur, sum vann sín triðja Sunset-sigur á VB.
– Tær sluppu at spæla sítt spæl og vit fingu ongantíð fatur í skjúttunum hjá teimum. Vit taptu snøgt sagt ímóti einum betri liði, staðfestir Egill, sum hevði væntað sær nakað annað av dystinum, enn ein avsmurning:
– Nei, hetta var slett ikki tað, vit høvdu ætlað, men soleiðis er hondbóltur, sigur Egill, sum nú noyðist at dúva uppá, at annaðhvørt Stjørnan ella Neistin fara at taka stig frá Tjaldri.
hil