Ári Mohr Jónsson gjørdist sigursmálsskjútti hjá HB í gjár, tá hann skoraði til 2-1. Hann heldur, at talan var ikki um eitt vakurt mál, men tað taldi. Fyri Ára Mohr Jónsson hevur tað stóran týdning at hava vunnið seg í hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.
Um brotssparkið, sum førdi til javnleik 1-1 sigur Ári Mohr Jónsson, at hann torir ikki at úttala seg um støðuna fyrrenn hann hevur sæð videoupptøkur av støðuni.
Ári Mohr Jónsson hevur drigist við krím hesa farnu vikuna, og tað hevur ikki verið tann besta fyrireikingin til dystin í gjár. Nú fara teir í HB at gera klárt til grannauppgerð ímóti B36 í effodeildini í dysti, sum verður spældur 2. páskadag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Ára Mohr Jónsson, aftaná Ári og liðfelagarnir høvdu vunnið 2-1 á EB/Streymi.