Ikki tað eg hevði væntað

– Nei, hetta var avgjørt ikki tað, eg hevði væntað, men eg eri glaður fyri at hava gjørt mítt til, at ein saknaður maður kom afturíaftur, sigur Mortan Egholm, sum var maðurin, ið fakk líkið í Leirvíksfirði mikukvøldið, tá hann var á veg til útróðrar.

LÍK Á SJÓNUM

Tá útróðrarmaðurin, Mortan Egholm í Klaksvík, sum er ættaður úr Streymnesi, fór ein túr út í Leirvíksfjørð í bátinum Borgini mikukvøldið, var hann í iva um, hvørt hann skuldi seta línuna ella ikki.
Mortan egnir við trakt, sum tað verður rópt, og hann hevði gággur við sær í bátinum. Men av tí, at hann lotaði av landnyrðingi norði, sum er keðilig ætt eystanfyri, hevði hann ikki so góðan hug at seta línuna hetta kvøldið.
Meðan hann siglir úti í Leirvíksfirði um 21-tíðina hetta kvøldið, sær hann eitt hvørt, sum flýtir í sjónum.
- Eg var einsamallur á bátinum og gjørdi av at fara at hyggja, hvat hetta var. Tá eg kom nærri, sá eg á klæðum og skógvum, at hetta var ein deyður maður, sum fleyt í sjónum við rygginum uppeftir, sigur Mortan Egholm.

Ringdi til løgreglu
Mortan sigur, at tá hann hevði staðfest, at hetta var líkið av einum deyðum manni, ringdi hann beinanvegin til løgregluna, sum bað hann royna at fáa fast í mannin.
- Eg fekk eitt net, sum eg hevði í bátinum, undir mannin og helt honum soleiðis til bátin, meðan eg bíðaði.
Hann sigur, at tað gekk ikki long tíð, til vælmannaður bátur við fimm monnum kom úr Leirvík og út til hansara, og tá hevði hann eisini tikið seglið fram, sum hann hevði í sínum báti.
- Líkið varð síðan rullað inn í seglið og fingið umborð á bátin, sum kom úr Leirvík, sigur Mortan Egholm, sum síðan sigldi heim aftur til Klaksvíkar.

Saknaður maður
Útróðrarmaðurin sigur, at hetta var avgjørt ikki tað, hann hevði væntað sær á hesi ferðini í Leirvíksfirði í mikukvøldið.
- Men eg eri fegin um at hava gjørt mítt til, at ein saknaður maður kemur aftur í aftur.
Mortan Egholm dylir ikki fyri, at hann hugsaði um mannin, sum hevur verið saknaður í Føroyum í longri tíð – uttan tó at vita, at hetta var líkið á júst tí manninum, hann hevði funnið á sjónum.
- Eg sá ongantíð andlitið, sum lá niður í sjógvin, og eg kendi heldur ikki saknaða mannin.
Mortan Egholm sigur, at hann sjálvur hevði ein vinmann, sum datt oman og doyði, og sum ongantíð kom aftur í aftur.
- Eg skilji væl, at tað hóast stóru sorgina yvir at missa ein av sínum kæru, hevur sín týdning fyri tey avvarðandi, at fólk, sum farast til bjarga ella á havinum, koma afturíaftur, sigur útróðrarmaðurin, Mortan Egholm.