Ikki tíð at vera fornermaður

Hann vil ávirka heimin, hyggur at x-factor, og makrelmálið er veruliga farið undir húðina á honum. Eirikur í Jákupsstovu, lesandi í Keypmannahavn, sum seinastu árini er kendur úr føroyska miðlaheiminum, svarar spurningum í 90 sekund

Hvat er títt dreymastarv?


Tað er eitt starv við avbjóðingum, har eg samstundis havi ávirkan á hvussu heimurin - ella bara ein lítil partur av honum - sær út í framtíðini.




Hvat saknar tú mest í gerandisdegnum?


Tað eg sakni allarmest, er at eg oftani havi trupulleikar við at vera 100% til staðar allastaðni, har eg havi hug til at vera.



Hvat ger tú í frítíðini?


Í frítíðini dámar mær øgiliga væl at spæla bólt við vinmonnum, og annars bara at vera saman við áhugaverdum fólkum, sum gera meg til eitt betri fólk.



Ert tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur?


Føroyska náttúru. Men tað hevði ikki verið so galið, um tað onkuntíð var eitt sindur heitari.



Hvat er tað besta, tú fær at eta?


Tað allarbesta er stokt ræst kjøt og brún sós, við hvítarótum og eplum.



Hvør árstíðin er hin besta?


Várið. Tað verður alt bara stuttligari, og lívið kennist meira innihaldsríkt, tí mann er á veg fram ímóti betri tíðum.



Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi?


Eg eri farin at hyggja minni og minni í veruligt sjónvarp, síðan alsamt meiri gjørdist tøkt á netinum, har eg plagi at hyggja at tíðindum og so framvegis, men ein partur av South Park ella ein góður fótbóltsdystur eru ikki at forsmáa, og so eri eg blivin eitt offur fyri Criminal Minds, tá eg ikki sovni. Og so má eg eisini viðganga, at fríggjakvøld hyggi eg eftir X-Factor og haldi við øllum, sum er føroyskt.



Hvussu er títt sinnalag?


Eitt ella annað stað eri eg nokk so snarsintur, men í mun til, tá eg var yngri, so verði eg ikki líka illur nú. Men tá okkurt so er farið afturum, so er tað farið. Plagi at siga, at eg ikki havi tíð til at vera fornermaður.


Fylgir tú væl við í samfelagsviðurskiftunum?


Eg fylgi ikki við øllum økjum, men tá ið okkurt fangar mín áhuga, so skal eg hava alt við. Hetta hevur til dømis gjørt seg galdandi í makrelmálinum, har eg enntá royni at lurta eftir øllum slatri sum fyriferst ymsastaðni.



Um tú ikki búði í Føroyum, hvar hevði tú so vilja búð?


Eg veit ikki, um eg reint geografiskt veruliga hevði viljað búð í nøkrum øðrum stað, men eg hevði viljað, at Føroyar broyttust eitt sindur.



Hvør bók liggur á náttborðinum?


"Endelig ikke-ryger", hevur ligið har í rættiliga langa tíð, men enn eri eg ikki blivin liðugur við hana.



Hvat hevur verið títt størsta scoop?


Eg veit ikki, hvat mítt størsta scoop er, men eg helt tað í hvussu so er vera stuttligt, tá ein grein hjá Rógva Nybo og mær, har vit kannaðu um tingfólk í Føroyum høvdu broytt hugsan til at hava eitt valdømi, helst óbeinleiðis var orsøkin til, at Løgtingið við aðru viðgerð atkvøddi fyri at gera Føroyar til fleiri valdømir. Uppskotið fall við triðju viðgerð, men tað var áhugavert at síggja, at tað, mann gjørdi sum fjølmiðlafólk, kundi hava onkra ávirkan.