Ikki styttri enn 1800 metrar

- Flogvøllurin, hann er alt ov lítil!, slær Marius Dam úr Miðvági fast.

Bæði áðrenn hann fór uppí politikk, og ikki minst síðani, hevur hann verið heitur talsmaður fyri at leingja flogvøllin heilt út á 1800 metrar.

- Eg meini avgjørt, at vit eiga at gera tað NÚ!, slær tingmaðurin fast.

Nógv hevur verið tosað um yvirtøkuna og ætlaðu leingingina av vøllinum. Nú hevur hetta tjakið fingið nýtt lív.

Fyri Marius er tó eingin ivi um, at skal ein leinging út á 1800 metrar gerast veruleiki, er neyðugt at ein kemur fram til eina politiska semju í hesum máli.

- Við teimum 360 mió krónunum úr Íleggingargrunninum skuldi ikki verið nakar trupulleiki fyri hesi loysnini.

- Føroyingar hava ikki nakrantíð brúkt so mikið sum eina einastu krónu til flogvøllin. Nú eiga vit ein vøll, og hann eiga vit at modernisera sum skjótast, sigur Marius avgjørdur.

 

Fíggja við avgjaldinum

Hvat ein slík útbygging fer at kosta, er ilt at meta um í dag. Tað fara kanningarnar og ein komandi prosjektering at siga okkum í framtíðini.

- Uppgávan verður nú at finna eitt fíggingarmynstur sum ger, at vit kunnu fáa ein 1800 metrar langan flogvøll.

- Hetta kann t.d. verða gjørt við at brúka ferðaavgjaldið. Í dag fer tað í tann stóra pottin, men tað kundi eins væl verðið oyramerkt at farið til at byggja flogvøllin út fyri.

- Á henda hátt kundu vit fingið ein vøll sum er til nútíðar samfelagið, sigur Marius.

 

Vindeyga úteftir

Fyri Marius Dam, eins og so nógv onnur, hoyrir ein nútíðargerð av terminalinum sjálvandi við í hesa ætlanina.

- Tað eru fakfólk sum skulu siga okkum, hvussu ein komandi terminalur í Vágum skal síggja út.

- Men vit síggja hinvegin, hvussu nýtt og gamalt møtast í sama terminali á flogvøllinum í Kastrup, sigur hann.

Her hevði ein tann gamla terminalin, sum síðani er vorðin útbygdur og nútíðargjørdur við øllum tí, sum natúrliga hoyrir til ein slíkan.

- Fingu vit ein nútíðar terminal við góðari taxfree-sølu, hevði tað verðið eitt gott íkast til tað føroyska samfelagið.

- Hetta hevði haraftrat verið eitt gott vindeyga úteftir hjá okkum og okkara handilsvinnu, sigur tingmaðurin úr Miðvági.

 

 

 

FAKTA

 

Yvirtøka av flogvøllinum

Á almennari samkomu í floghavnini í gjár handaði loftferðslustjórin, Kurt Lykstoft Larsen, Vága Floghavn til Bjarna Djurholm, landstýrismaður í vinnumálum, yvirtók floghavnina vegna Føroya Landsstýri.

Statens Luftfartsvæsen hevur rikið flogvøllin síðani 1. juli 1963, var tíðin búgvin til, at floghavnin kom á føroyskar hendur.

Frá 1. juli 1963 til 30. apríl 2007 eru 86.209 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta sama tíðarskeiðið eru 2.436.186 komin og farin um floghavnina.

Sambært landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, verður Vága Floghavn ta fyrstu tíðin rikin sum ein almennur stovnur. Seinni er ætlanin, at floghavnin skal rekast av einum partafelagi.

36 fólk arbeiða hjá Statens Luftfartsvæsen og Naviair í floghavnini. Teirra setanarviðurskiftir verða óbroytt við yvirtøkuna.

(Kelda: floghavn.fo)