Ikki stuttligt at vera rotta

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur lýst nýggja kunngerð um at fyribyrgja og týna rottu, og nú verða krøvini herd

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur lýst nýggja kunngerð um at fyribyrgja og og týna rottu. Kunngerðin, sum varð lýst í gjár, fær gildið um ársskifti, og hon avloysir gomlu kunngerðina frá 1962.

 

Í Heilsu-og Innlendismálaráðnum vita tey at siga, at endamálið við kunngerðini eitt nú er at skipa fyribyrgingina betur á oyggjunum, har eingin rotta er.

 

- Praktisku og umsitingarligu uppgávurnar hjá kommunustýrinum í sambandi við rottutýning verða nágreinaðar. Eisini skal betri innlit fáast til vega um rottustøðuna.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, vísir á, at krøv eisini verða sett til fráboðan, soleiðis at fólk, sum síggja rottu, hava skyldu at fráboða hetta til kommununa, eins og krøv verða sett til skyldu hjá kommununi at skráseta rottufráboðan.  

 

- Við kunngerðini fær landsmyndugleikin eisini heimild til at leggja til rættis eina samskipaða rottutýning tvørtur um kommunu- og býarmørk í bygdum og óbygdum øki.

 

Víst verður á, at uppgávan at týna rottur framvegis liggur hjá kommunum, og kommunan skal eitt nú útvega og rinda fyri eitur, rottufellur og annað tilfar, sum verður brúkt í rottutýningini.

 

- Kommunurnar skulu eisini seta skikkað aktingarfólk, og hvør bygd og hvør býur skal hava eitt aktingarfólk, sum tekur sær av kommunalu uppgávunum sambært kunngerðini.

 

Í Heilsu-og Innlendismálaráðnum siga tey, at uppgávan hjá landsmyndugleikanum verður meira yvirskipað, og landsmyndugleikin skal meta um týningarætlanir, gera vegleiðing um at handfara og leggja eitur út, og hvussu farast skal fram, um fráboðan er um rottu á rottufríu oyggjunum.

 

- Eisini skal landsmyndugleikin hava eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar og syrgja fyri, at ein árlig uppgerð verður savnað um rottufyribyrging og týning um alt landið, verður lagt aftrat.