Seinastu 10 árini hevur Heðin Zachariasen umboðað Fólkaflokkin í tinginum, men hann er ikki millum teirra, sum bjóðar seg fram til komandi fólkatingsval.
- Eg kann ikki, tí eg havi eina bussfyritøku við 11 bussum og 18 fólkum í arbeiði, og tað er arbeiði gerandis og heilsgt, frá morgni til myrkurs. Haraftrat eigi eg í Atlantic Pane, sum hevur 12 fólk í arbeiði, sigur Heðin Zachariasen.
Hann hevur verið í landspolitikki í 10 ár. Tað hava verið góð ár, og Heðin Zachariasen veit bara at siga frá góðum samstarvi við floksfelagar og yvir um floksmørk.
- Nei, eg eri ikki misnøgdur við flokkin, og eg veit bara eitt, at tann, sum er fornermaður i politikki, verður raktur av tí sjálvur og eingin annar.
Heðin Zachariasen vísir ikki aftur spurninginum, um hann vendir aftur til kommunalpolitikk. Tað kann væl henda.
Í dag sigur hann, at hann er liðugur í landspolitikki, men tað br altíð til at broyta hugsan, sigur hann.