Nakrir menn sótu í undirhúsinum og spældu kort, tá ið tann eini segði, at ungdómurin heldur skuldi sagt og hugsað, hvat tey kunnu gera fyri Føroyar enn altíð at tosa um at tey ikki vilja heimaftur, tí hetta og hatta er so keðiligt í Føroyum. Eg kundi ikki havt sagt tað betur sjálv. Vit kunnu ikki altíð hugsa, at landið skal gera bæði eitt og annað fyri okkum. Vit eiga eisini at hugsa, hvat vit kunnu gera fyri okkara praktfulla land.
At fara av landinum og nema sær útbúgving er ein partur av lívinum hjá nógvum føroyingum.
Tað er sera gott, at ungdómurin fer uttanlands at fáa sær útbúgving, og tað er samstundis sera gott fyri Føroyar og fólkið í Føroyum at fáa vælútbúgvin fólk við royndum heimaftur, tá kunnu vit í Føroyum verða við í altjóða høpi í so nógvum ymiskum samanhangum. Tí víst er tað, at vit hava sera nógv dugnalig fólk í Føroyum.
Men tað er eisini harmiligt at hoyra ungdómin siga, at tey ikki hava nakað at koma heim til. Tí tað er ikki satt. Vit eru nógv, ið eru komin heimaftur eftir lokna útbúgving, og vit hava skapt okkum eina góða tilveru á hvør sín hátt. Og so royna vit eftir førinum at fáa sum mest burturúr tí, sum vit hava lært. Um karmarnir ikki eru í Føroyum frammanundan, so kunnu vit kanska vera við til at skapa teir sjálvi.
Eg vil bara siga, at tað ber til at nema sær útbúgving í útlondum og koma heim aftur til Føroya við sínar familju. Tað er bert ein spurningur um at skapa nakað sjálvur ella vera við til at uppbyggja okkum sum land. Tá ið tú hevur fingið møguleikan til tað, er tað ongar avmarkingar fyri, hvat tú kanst verða við til at skapa.
Vælkomin heim aftur til Føroyar.