Tá vit nú síggja báðar kirkjurnar saman, so er nærliggjandi at hugsa, at Tyge Holm og Hákon Hertevik hava hugt eftir arkitekturi í Íslandi og tá serliga í Ólafsvík.
Vesturkirkjan í Havn varð bygd í árunum frá 1971 til 1975 og vígd 24. august 1974. Sambært bóklinginum »Vesturkirkjan 25 ár« er kirkjan er teknað av Hákon Hertevik og Tyge Holm. Í kirkjuskipinum er pláss fyri 600 fólkum, ella sum tað stendur í bóklinginum, at har eru uml. 240 metrar av beinkjarplássi. Umframt hetta eru 125 stólapláss.