Fleiri brúgvaløg við regni fara komandi dagarnar framvið Føroyum úr vestri.
Páskadag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av vestri og útsynningi, sum frá líður makar hann vindin til eitt gul til stívt andøvsgul. Skýggjað og támut, men møguliga onkrir sólarglottar. Um kvøldið snarar hann í ein útsynningi og sunnan, og um náttina veksur hann vindin til eitt andøvsgul upp í ein strúk. Skýggjað og támut og ymsa staðni mjørki. Hitin alt samdøgrið millum fimm og tíggju stig.
2. páskadag verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av suðri og útsynningi, sum veksur til eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi. Skýggjað og okkurt æli, men sum frálíður turt og onkur sólglotti. Um kvøldið makar hann vindin niður í eitt andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri. Mest skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum fimm og átta stig.
Týsdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, í støðum upp í hvassan vind. Turt og sólarglottar. Um kvøldið og náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi, í støðum upp í strúk í vindi. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin alt samdøgrið millum fimm og átta stig.
Mikudagin verður alt døgnið eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi. Skýggjað og stundum regn og hitin millum fimm og átta stig.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein sunnan og veksur vindin til ein strúk í vindi. Skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum fimm og átta stig, um náttina niður í tvey stig.
Fríggjadagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, sum snarar í ein vestan og útnyrðing. Skýggjað og regn, men út á dagin yvirhøvur turt. Hitin millum fimm og átta stig, um náttina millum frostmarkið og fimm stig.