Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, hevur sínar egnu áskoðanir um mangt og hvat, og hann aftrar seg ikki við at siga, hvat hann heldur um ymiskt. Nú vil hann vera við, at forsetarnir Robert Mugabe í Zimbabwe og Mahmoud Ahmadinejad í Iran eru ikki so ringir, sum sagt verður, og tað sama sigur hann um fyrrverandi ugandiska einaræðisharran Idi Amin.
Í einari røðu um vikuskiftið umrøddi venesuelski forsetin Mugabe og Ahmadinejad sum sínar brøður, og hann helt Idi Amin vera fosturlandsvin.
Idi Amin stýrdi Uganda í átta ár í sjeytiárunum, og hesi árini vórðu umleið 300.000 fólk har fyribeind.










