– Onkuntíð hevur fíggjarlógin í einum valári verið meira merkt av útgjaring, enn tann fyri 2015 er tað, staðfestir Árni Gregersen, politiskur eygleiðari.
Løgtingið hevur í dag samtykt fíggjarlógina fyri 2015, og endaliga uppskotið var samtykt við 26 atkvøðum fyri og sjey ímóti.
Framvegis hongur landshúsarhaldið ikki ordiliga saman, tí hallið á fíggjarlógini næsta ár er 140 milliónir krónur.
Árni Gregersen frá Ting.fo fylgdi við viðgerðini í løgtinginum, og hann var gestur í rásarúminum í tíðindunum hjá Rás 2 seinnapartin í dag.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðuna við hann.