venjarin
Hóast mong vóru samd um, at talan var um eitt heldur misjavnt avrik hjá føroyska landsliðnum, so tóktist landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, tó at vera væl nøgdur um avrikið hjá liðnum. Ikki bara í hesum dystinum, men sæð yvir ein kamb hesar báðar seinastu dagarnar.
- Eg skal gjarna geva viðhald í, at fyrstu 20 minunttirnir ikki vóru av teimum bestu í dag, men annars haldi eg, at vit komu bara heilt væl frá dystinnum. Fyrstu løtuna tykjast vit ógvuliga tungir, og uppspælið koyrir als ikki, sum tað skal, men hetta er kanska ikki annað enn náttúrligt. Vit hava vant nógv hesar dagarnar, og við tveimum dystum innan tríggjar dagar er ikki løgið, at summir av leikarum vóru eitt sindur seigligir í dag.
Eru væl fyri
At liðið hóast hetta vísti seg at hava fysisku orkuna til at reisa seg, og at vera stinnari parturin yvir 90 minuttir, var tó nakað, sum venjarin fegnaðist um. Og hann helt sjálvur, at bæði kropsliga og leikliga var liðið nú heilt væl áleiðis. Ikki minst tí vit framvegis eru rættiliga tíðliga á árinum.
- Venjingarstøðan er í øllum førum nakað væl betri, enn hon var í Spania. Feløgini hava jú eisini fyrireikað seg væl og virðliga til kappingina, og tí er kropsliga venjingarstøðan nú um at vera tann rætta. Og leikliga eru vit heilt væl áleiðis. Enn kann nógv betrast, men tað er um at vera har.
Einki avgjørt
Verðru hgut at byrjunaruppstillingini hjá føroyska liðnum, so kundi hon í mangar mátar bent á, hvussu Henrik Larsen ætlar at seta liðið saman, tá dysturin móti Íslandi er á skránni. Heilt afturvísa hesum, vildi Henrik Larsen ikki, men hinvegin legði hann dent á, at tað so ikki er nakað, sum hann hevur lagt seg fastan á enn.
- Tað kann væl vera, at tað verða hasir ellivu, sum byrja inni tá, men tað er framvegis long tíð til tann dystin. Skaðar og aðrar forðingar kunnu koma fyri hjá summum, meðan aðrir kanska blóma upp, so tað fái eg á ongan hátt sagt enn.
-. Tað er tó klárt, at hesir dystirnir hava hjálpt til í fyrireikingunum, soleiðis at eg nú kann gera mær nakrar tankar um, hvussu liðið skal setast saman. Eitt nú var tað gleiðiligt at síggja, at Julian væl kann nýtast í høgra borði, soleiðis at vit nú hava eitt alternativ í tí plássinum.
Hvussu er og ikki, so var hetta í øllum førum seinasta altjóða fyrireikingin undan komandi undankappingardystunum, og tá vit at enda spurdu Henrik Larsen, um hann er til reiðar til teir dystirnar, segði hann, at sjálvandi er hann tað.
- Vit skulu jú altíð vera klárir, men sum sagt, so kunnu vit ikki gera nakað endaligt her og nú. Vit mugu taka tingini, í teirri raðfylgju, sum tey koma, og so mugu vit gera okkara besta, tá avbjóðingarnar standa fyri framman, helt venjarin at enda.