Ikki so firtin Sølvará

Eg haldi ikki, at tað er heilt rætt, tá ið tú einar sjey ferðir í grein í Dimmalætting sigur fyri Føroya fólki, við mær í triðja persóni, at eg leggi eftir tær persónliga. Tað, sum eg gjørdi í míni grein, var at eg citeraði skriftstøð úr 1. Jóhannesar brævi. At hetta so hevur rakt teg so meint, er nakað sum eg, sum so, ikki kann ger nakað við. Skriftin er livandi og sum eitt tvíeggja svørð, tað sigur hon sjálv

Tað, at eg haldi meg vera syndaleysan kanska. - Hatta verður av og á sagt um trúgvandi. Hatta er milt sagt eitt stórt misforstáilsi. Tey, sum játta trúgv á Jesus, eru tey, sum júst hava ásannað, at tey eru sek - syndarar. Tað er ikki meiningin hjá mær, at standa uppi á einum palli við steini í hondini at kasta á Hans A. Sølvará ella nakran annan. Tað havi eg onga grund til. Eg eri ikki betri enn tú ella nakar annar. Eg havi verið raktur av orðinum sjálvur, men eg fekk náði til at venda mær til Hansara, sum slerdi meg, og hjá honum havi eg fingið ein so undurfullan frið í hjartað, og tí vil eg arbeiða ímóti teimum, sum sáa iva um orð Guds. Eg geri hetta ikki fyri at verja mína trúgv, tað er ikki neyðugt, heldur ikki fyri at verja orð Guds, tað er enn minni neyðugt, skriftin verjir seg sjálv, Gud hevur ikki fyri neyðini, at nakar skal hjálpa honum. Eg geri tað fyri at verja míni samsystkin í Harranum, serliga tey ungu. Sinnið er ógvuliga viðkvæmt, serliga í teimum árunum, tá ið tey fara frá barnaárunum til vaksnamanna lív. Tí treingja tey til, og tað treingja vit øll, at verða styrkt í trúnni, eisini við at tað verður talað at, tá ið bíblian, tær heilagu skriftirnar, verða álopnar.