Báturin, sum Livar Nysted og hinir tríggir skulu pløga Atlantshav í, er ikki av teimum stóru. Hann er ikki meiri enn 23 føtur og tað er minni enn eitt vanligt, føroyskt áttamannafar, sum er 24 føtur.
Einasta lívd teir hava, er í lítla húsinum afturi í rong, har teir sova.
- Eg havi mangan fingið at vita, eg eri púra ørur at fara eina slíka ferð, sigur hann.
Sjálvur heldur hann, at hetta er ikki so farligt, sum tað ljóðar
- Báturin er ómetaliga sterkur og tryggur í sjónum og hann er sniðgivin og bygdur so snildisliga, at hólvist hann, vendir hann sær á rættkjøl aftur av sær sjálvum.
Hann hevur tveir skrokkar við skúmi ímillum, so hann søkkur heldur ikki.
- Vit hava eisini bjargingarbát og harafturat hava vit fylgisveinasamband umframt eina sjálvvirkandi sporførisskipan, sum alla tíðina sigur frá, hvar vit eru.
- Harafturat hava vit dagligt samband við ein enskan veðurfrøðing. Nú á døgum eru veðurforsagnirnar so góðar, at kemur illveður, verða vit ávaraðir einir 4-5 dagar frammanundan.
Livar sigur, at teir rógva kanska einar 60 fjórðingar um dagin og sosatt er rættiliga góðir møguleiki at rógva undan einum illveðri.
- Í ringasta føri kunnu vit rógva einar 300 fjórðingar undan einum illveðri og tí eru vit rættiliga væl fyri at sleppa undan og kanska kunnu vit enntá rógva rundan um tað.
Skulu liva av hermannaføði
Á eini strævnari og róðursferð sum hesari er eyðvitað, at maturin hevur sera stóran týdning.
- Á ferðini hava vit sama mat, sum tey brúka í bretska herinum. Høvuðsmáltíðirnar eru posar við pulvuri av ymsum slagi, sum verður loyst upp í kókaðum vatni. Annars hava teir sukurlátu og annan orkugevandi mat við. Harafturat hava teir vatnmaskinu við, sum ger reint drekkivatn burtur úr sjógvi.
- Tað er hopleyst at hava vatn við til fýra mans í tveir mánaðir, tí so verður báturin ov tungur, sigur Livar Nysted
Les eisini greinina: Seta álitið á føroysk undirklæðir og greinina: Livar úr Hvannasundi skal rógva tvørtur um Atlantshav í opnum báti








