Ikki skuldsettir fyri yvirgang

Teir tríggir menninir, sum vórðu tiknir í Keypmannahavn í dag, verða ikki skuldsettir fyri yvirgang, men fyri at hava brotið vápnalógina. PET segði í dag, at menninir vóru í ferð við at leggja ætlan um yvirgang, men eygleiðarar halda, at løgreglan hevur ikki nóg góð prógv til at skuldseta menninar fyri yvirgang. Tí verða teir fyrst skuldsettir fyri at hava brotið vápnalógina, so løgreglan kann fáa betri tíð til at útvega próvtilfar til at skuldseta teir fyri yvirgang.

Fyrrverandi PET-stjórin Hans Jørgen Bonnichsen sigur við danska kringvarpið, at løgreglan hevur helst ikki havt tíð til at útvega sær tað neyðuga próvtilfarið, tí málið hevur havt skund, og at løgreglan var noydd at taka menninar nú.

Umframt teir tríggjar menninar, sum løgreglan handtók í dag, tók løgreglan tríggjar aðrar menn, men teir verða latnir leysir, tá løgreglan hevur avhoyrt teir.