Ikki serliga hugalig tíðindi

Fuglafjarðar kommuna hevur í nøkur ár arbeitt við eini ætlan, sum skal skapa grundarlag fyri einum nýggjum virki til uppsjóvarfisk. Hetta skal verða eitt góðskingarvirki, sum skal virka allan uppsjóvarfisk. Men hvar eru hesar ætlanir, nú Varðin í Gøtu hevur gjørt av at gera íløgur í eitt uppsjóvarvirki á Tvøroyri? Henda spurning hava vit sett borgarstjóranum í Fuglafjarðar kommunu

Ætlanin hevur verið, at nýggja virkið í Fuglafirði skal byggjast millum Havsbrún og Bergfrost, men tað nýggjasta er, at virkið fer at liggja betri millum Bergfrost og Effo Bunkers. Á hesum øki er eisini betri pláss til møguligar seinni útbyggingar.
Fyri fáum døgum síðan kunngjørdi reiðaríið Varðin í Gøtu, sum eigur flestu uppsjóvarskip í Føroyum, at felagið saman við Delta Seafood á Tvøroyri fer at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki á Tvøroyri. Karmurin um nýggja virki er flakavirkið á Tvøroyri, sum Delta Seafood keypti úr búnum eftir Faroe Seafood. Hetta virkið skal útbyggjast í báðum endum, og síðan skal tað tillagast til at arbeiða uppsjóvarfisk. Sum skilst, skal virkið bæði kunna innfrysta heilan fisk og annars virka uppsjóvarfisk til dýrari matvørur. Varðin í Gøtu sigur á síni heimasíðu, at nýggja virki á Tvøroyri ætlandi skal byrja at taka ímóti makreli longu í summar.

Ætlanin ikki slept
Sosialurin hevur spurt Sigurd Simonsen, borgarstjóra í Fuglafjarðar kommunu, um uppsjóvarætlaninar í Fuglafirði nú eru sleptar, tá eitt nýtt virki nú eisini skal byggjast á Tvøroyri.
- Enn er so stutt fráliðið, síðan verkætlanin á Tvøroyri varð kunngjørd. Síðan tá havi eg bara hoyrt spurningar millum fólk, men eingi svar. Vit hava ikki verið í samband við felagið í Gøtu, og vit vita tí í løtuni ikki um felagið í Gøtu, sum hevur víst seg at vera opið fyri kapping, kanska eisini vildi verið við í verkætlanini í Fuglafirði. Vit hava havt Varðan við í viðgerðini av verkætlanina hjá okkum, men felagið í Gøtu hevur ongantíð bundið seg til nakað. Tí kunnu vit heldur ikki siga, at teir eru lopnir frá nøkrum, nú felagið hevur gjørt av at gera íløgur á Tvøroyri.
Sigurd Simonsen sigur, at tey nú fara at viðgera nýggju støðuna, men longu nú er hann sannførdur um, at ætlaninar í Fuglafirði als ikki verða sleptar.
- Fuglafjørður hevur verið miðdepil fyri uppsjóvarfski í 45 ár. Karmarnir hjá okkum eru betri enn aðrastaðni, og vit fara avgjørt framhaldandi at arbeiða fram ímóti, at eitt góðskingarvirki kemur at standa uppi í Fuglafirði áðrenn langt um líður, sigur borgarstjórin.

Ikki hugalig tíðindi
Sigurd Simonsen ásannar, at tað eftir hansara tykki hevði verið betri fyri verkætlanina í Fuglafirði, um ætlanin á Tvøroyri ikki kom undan kavi nú.
- Tíðindini um, at Varðin nú fer undir hesa verkætlan á Tvøroyri, vóru ikki serliga hugalig. Hetta kann gera tað truplari hjá okkum at koma í gongd. Men eftir so mong ár í hesi vinnu og við góðu umstøðunum, sum skaptar eru á havnalagnum og við bryggjukantin í Fuglafirði, eru vit gearaði at fara víðari við okkara ætlanum. Eg ivist heldur onga løtu í, at grundarlag er fyri fleiri enn tveimum virkjum í Føroyum, sum kunnu taka móti uppsjóvarfiski til matna, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri.