Mangt bendir á, at Jørgen Niclasen er viknaður sum formaður í Fólkaflokkinum eftir jólaorrustuna hjá Fólkaflokkinum, sum gekk út upp á at fáa Anniku Olsen úr politikki

Ikki semja í samgonguni um at avtaka tunnilsgjøld

Tað verður ikki uttan svørðslag, at tunnilsgjøldini í Norðoya- og Vágatunlinum verða avtikin

 

Mangt bendir á, at Jørgen Niclasen er viknaður sum formaður í Fólkaflokkinum eftir jólaorrustuna hjá Fólkaflokkinum, sum gekk út upp á at fáa Anniku Olsen úr politikki

Tað er ikki full semja í samgonguni um samferðslupakkan hjá landsstýrinum. Tað skilst týðuliga á samgongufólki, sum in.fo hevur tosað við.

Fólkaflokkurin lovaði í valstríðnum, at eingi avgjøld skuldu hækka – og nevndi eitt nú avgjald á bensin, diesel, olju og vegskatt. Kortini liggja trý mál um avgjaldshækkingar á júst bensin, diesel, olju og vegskatt frá formanni Fólkafloksins í Løgtinginum sum partur av sonevnda »samferðslupakkanum«.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur áður sagt púra greitt, at Fólkaflokkurin »ongantíð« fer at taka undir við at hækka avgjøld – og hon nevndi beinleiðis avgjaldshækkingar á bensin, diesel, olju og vegskatt.

Tí verða avgjaldshækkingarnar hjá Jørgen Niclasen eitt heitt epli hjá Fólkaflokkinum at svølgja. Og verða tey samtykt, so fer Fólkaflokkurin at verða argaður við »avgjaldsøði« tað sum eftir er av valskeiðnum. Tí tað er júst Jørgen Niclasen sjálvur, sum hevur brúkt orðið »avgjaldsøði« at speireka síni mótstøðufólk við.

Men í politikki ber alt til, plaga vit at siga, og »ofta etur hundur tað, hann havnar«.

Men tað er tó ikki bara tað, sum býr undir hjá teimum ivasomu í Fólkaflokkinum. Tí sum fólk í flokkinum spyrja: 

– Hví skal Fólkaflokkurin sum ein borgarligur flokkur avtaka brúkaragjøld og flyta tey yvir á landsins fíggjarlóg, sum ikki hongur saman frammanundan. Er tað góður borgarligur politikkur?

So hóast Jørgen Niclasen á tíðindafundi 10. desember segði, at full semja var í samgonguni og eisini breið undirtøka frá andstøðuni fyri samferðslupakkanum, so tykist tað at vera eitt skot við síðuna av. Tí fleiri samgongufólk hava longu boðað frá, at tey taka ikki undir við samferðslupakkanum. Tað hava eitt nú Johan Dahl, Brandur Sandoy og Heðin Zachariasen sagt alment. Johan Dahl er ikki partur av samgonguni, men fer at atkvøða frá máli til mál. Men Jørgen Niclasen og Bárður Nielsen hava tryggjað sær undirtøku frá Kristin Michelsen í staðin fyri Johan Dahl. Kristin Michelsen var enntá við á tíðindafundinum hjá Jørgen Niclasen um samferðslupakkan 10. desember, sum kann tykjast eitt sindur løgið, tá Fólkaflokkurin ikki hevur avklárað viðurskiftini innanhýsis, áðrenn formaðurin fór út við samferðslupakkanum – og at hann »avkláraði« tað saman við einum sandstøðumanni og ikki sínum egna flokki. 

 

##med2##

Og tá fleiri fólk í Fólkaflokkinum eru ivasom, so er greitt, at tann parturin av samferðslupakkanum, sum er eftir, uppskotini um avgjaldshækkingar, sum liggja í tinginum, ikki hava fulla undirtøku.

Tí skulu fólk mýkjast. So er spurningurin, um tað merkir, at tað kortini ikki verður ókeypis at koyra ígjøgnum Vága- og Norðoyatunnlin, so sum Jørgen Niclasen hevur lagt so stóran dent á.

Stóru knútarnir innanhýsis í Fólkaflokkinum er at sannføra ivasom tingfólk, um tað er rætt av Fólkaflokkinum, sum borgarligur flokkur, at ganga á odda við at avtaka »rímulig« brúkaragjøld og flyta tey yvir á longu illa sperda landskassan, og um tað er rætt at fíggja hetta við avgjaldshækkingum á bensin, diesel, olju og vegskatt. 

 

– Um tað ikki er góður borgarligur politikkur, eigur Fólkaflokkurin so at gera tað? ...spyrja tey ivasomu í flokkinum.

Um neyðsemjan verður at ganga upp á kompromis við prinsippið um brúkaragjald, kann flokkurin so ganga við til at fíggja tað við avgjaldshækkingum? Ella fer flokkurin at finna annan máta at fíggja ókeypis koyring í tunlunum?

 

Ella dettur allur samferðslupakkin á gólvið?

Tað tykist púra greitt millum tingfólk í Fólkaflokkinum, at tey ikki bara gera sum formaðurin sigur. Nógv bendir á, at Jørgen Niclasen er viknaður nógv sum formaður eftir jólaorrustuna, har Fólkaflokkurin brúkti nógv vald og nógva orku og setti trúvirði í veð fyri at fáa Anniku Olsen úr politikki.

Tingið kemur saman aftur í aðru viku. Fyrsti fundur í ár verður týsdagin 25. januar. Málini um avgjaldshækkingarnar standa á skránni fyri annan tingfundin í ár, sum verður hósdagin 27. januar.

 

 

Mangt bendir á, at Jørgen Niclasen er viknaður sum formaður í Fólkaflokkinum eftir jólaorrustuna hjá Fólkaflokkinum, sum gekk út upp á at fáa Anniku Olsen úr politikki

Greitt er, at full semja ikki er í samgonguni um samferðslupakkan, um at avtaka tunnilsgjaldið, og um avgjaldshækkingar á bensin, diesel, olju og vegskatt. Í Fólkaflokkinum spyrja tey: – Er tað borgarligur politikkur?