Ikki seinasta finalan hjá Fleyr

Ein av royndastu spælarunum hjá Fleyr er Hjørdis Johannesen, sum var í steypafinaluni við KÍF fyri tveimum árum síðani, umframt at hon eisini hevur spælt flogbólt niðri og hevur spælt nógvar landsdystir fyri Føroyar. Hon var sjálvandi vónbrotin eftir finalutapið leygardagin:

– Hetta var øgiliga keðiligt, men vit mugu bara viðganga, at tær vóru betri enn vit í dag, sjálvt um fjórða sett kundi farið báðar vegir. Um tú hyggur at fyrsta og øðrum setti, so vóru tær betri og vunnu dystin uppiborið, sigur Hjørdis, sum heldur, at tapið í fyrstu kvinnufinaluni hjá Fleyr saktans kann brúkast til nakað mennandi og uppbyggjandi.

– Vit kunnu gott brúka hetta til at menna okkum víðari, og tær ungu vístu, at tær koma vit at síggja nógv til framyvir. Eg eri vís í, at Fleyr heilt víst verður ofta at síggja í steypafinaluni komandi árini. Her og nú er so føroyameistaraheitið eftir at kappast um, og har fara vit at vita, um vit ikki kunnu gera ein vørr.