Ikki samd um treytirnar enn

Undirvísingar- og mentamálastýrið ikki samd um leiguna fyri skúlahúsið, sum Almanna- og heilsuskúlin skal halda til í. Og um ein mánað byrjar skúlin


 

Tvídráttur


Enn er ógreitt, hvussu verður við hølunum til nýggja almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri. Eftir ætlan skal skúlin byrja longu um ein mánaða. Tvøroyrar Kommuna hevur útvegað hús til skúlan og hevur hartil gjørt tey at kalla púra av nýggjum innan.

Ætlanin varð so, at Undirvísingar- og mentamálastýrið skuldi leiga húsið frá kommununi til at hava skúla í.

Men í hesum sambandi hevur ein trupulleiki stungið seg upp. Og tað er, at Tvøroyar Kommuna og Undirvísingar- og mentamálastýrið, eru ikki enn blivin samd um leiguna, sum kommunan skal hava fyri húsið.

Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at partarnir hava samráðst um málið, men enn er langt ímillum.

? Vit eru heilt langt frá eini semju. sigur hann.

Men hann væntar, at tað fer at eydnast at finna semju.

Um tað ikki skuldi eydnast, veit hann ikki, hvat hendir.

? So stendur kommunan við einum nýumvældum húsum. Men, hvat vit skulu brúka tey til, vita vit ikki.


Flestu fingið innivist

Annars hevur tað heldur ikki enn eydnast at fáa øllum næmingunum, sum skulu ganga á skúlanum, innivist.

Tvøroyrar Býráð hevur lýst í bløðunum, at tey, sum hava býli til leigu, kunnu venda sær til kommuna, sum so beinir málið víðari.

? Tað verður ikki kommununan, sum leigar bústaðir til næmingarnar. Tað gera næmingarnir sjálvir. Men vit hava átikið okkum at verða millumlið ímillum tey, sum hava bústað at leiga og skúlan, sigur Finnleif Guttesen.

Hann sigur, at av teimum 20 næmingunum, sum skulu ganga á skúlanum, hava 12 fingið innivist.

? Enn eru tað sostatt átta næmingar, sum ikki enn hava fingið innivist. Men tí málinum arbeiðir kommunan nú við.

Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at sóknast verður aftur nú í bløðunum eftir bústaði til næmingarnar.

Hann heldur, at tað átti ikki at verið nakar trupulleiki at fingið bústað til næmingarnar, tí nógv hús standa tóm.

Annars eru tað í hinari greinini í blaðnum í dag um skúlan, víst á, at onkrir av umsøkjarunum hava børn. Men tað verður ongin trupulleiki at fáa børnini ansað.

? Vit hava samtykt í býráðnum, at barnaansing skal ikki verða nøkur forðing hjá áhugaðum næmingum at søkja á skúlan. Vit hava nevniliga samtykt at tryggja teimum næmingum barnaansing, sum hava brúk fyri tí, sigur Finnleif Guttesen.