Í Íslandi eru tað fleiri, sum halda tað vera óheppið, at tað skal bera til hjá stjórnarflokkunum at vinna meiriluta í Altinginum samstundis sum teir eru í minniluta millum veljararnar Skal valskipanin broytast ella ikki. Spurningurin er aktuellur eitt nú í Føroyum. Nú tað verður talt upp eftir altingsvalið, verður spurningurin eisini viðgjørdur í Íslandi.
Nú tveir triðingar av atkvøðunum eru taldar, bendir alt á, at stjórnarflokkarnir fara at vinna 32 tingmenn og andstøðan 31 tingmenn.
Men í samlaðari undirtøku millum veljararnar er tað andstøðan, sum eigur meirilutan. Sjálvstaðisflokkurin eigur 37,2 prosent og Framsóknarflokkurin 9,9 prosent. Í alt hava stjórnarflokkarnir harvið 47,1 prosent av atkvøðunum aftanfyri seg.
Frælslyntu eiga 6,7 prosent, Samfylkingin 28,2 prosent og Vinstru-grønu 14,4 prosent. Í alt er undirtøkan hjá andstøðuflokkunum harvið 49,3 prosent.
Andstøðuflokkarnir hava harvið fingið 2,2 prosent fleiri atkvøður enn stjórnarflokkarnir, men stjórnarflokkarnir hava vunnið ein tingmann meiri enn andstøðuflokkarnir. Soleiðis er støðan nú, men tað er tætt, og teir eru ikki lidnir at telja í Íslandi, har spenningurin er framúr stórur.









