Ikki rætt at skúgva børn undir eitt ár frá sær

Í nýggju upptøkutreytunum fyri dagstovnarnar og kommunalu dagrøktina í Havn verður sagt, at børn yngri enn eitt ár fáa ikki ansingarpláss.

- Hesum taka vit ikki undir við. Verður hinvegin gingið eftir bíðilistanum verður hetta loyst av sær sjálvum, sigur Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn.

Í gjárkvøldið vóru nýggju upptøkureglurnar til dagstovnarnar og kommunalu dagrøktina í Havn fyri á býráðsfundi. Síðani í heyst hevur ein arbeiðsbólkur mannaður við tveimum limum úr sosialu nevnd og tveimum úr býráðsumsitingini arbeitt við at endurskoða galdandi upptøkutreytir til dagstovnarnar og at gera uppskot um nýggjar.

Uppskotið frá arbeiðsbólkinum er í ellivu punktum og sum heild eru tær væl greiðari og betri enn tær, ið eru galdandi í løtuni.

- Samanumtikið eru hesar munandi betri enn tær núverandi. Vit halda, at tað sum hevur størstan týdning er, at foreldur kenna reglarnar og hava møguleika at fylgja við, hvat hendir. Tí ræður um, at gera tær so einfaldar sum til ber, sigur Elin Olsen, forkvinna í Felagnum fyri foreldur at smábørnum í Havn.

Foreldrafelagið hevur havt nýggju upptøkutreytirnar til ummælis, ikki tær endaligu, men eitt uppskot, og nevndin hevur gjørt viðmerkingar til hvørt einstakt punkt. Felagið harmast kortini um, at býráðið eftir øllum at døma ikki tekur hædd fyri, at tvær kærur eru til viðgerðar í løtuni hjá kommunala eftirlitinum. Onnur um upptøku av børnum og hin um kontantstuðulin til foreldur at børnum upp til eitt ár, ið Foreldrafelagið metir verður goldin út uttan heimild. Endaliga viðgerðin av hesum kærum kann hava ávirkan á upptøkutreytirnar.


Neyðugt at justera økini

Í nýggju upptøkureglunum til dagstovnarnar verður í fyrsta punkti sagt, at øll sum søkja ansingarpláss, fáa skrivligt svar frá umsitingini við fráboðan um, nær umsóknin er móttikin, hvat nummar barnið er á tí samlaða bíðilistanum, hvat nummar barnið er á økisbíðilistanum og nær barnið væntandi kann fáa pláss. Í viðmerking til hetta sigur Foreldrafelagið, at tað er neyðugt at justera økini eina ferð um árið, so at bíðilistin til tey einstøku økini er umleið líka stórur.

Arbeiðsbólkurin heldur, at børn eiga at koma á bíðilistan eftir umsóknardegnum. Um fleiri umsóknir eru sama dag, kemur elsta barnið fyrst á bíðilistan, síðani næstelsta og so framvegis. Hesum tekur Foreldrafelagið ikki undir við. Tey meta, at um føðingardagurin var galdandi og ikki uppskrivingardagurin, høvdu fólk ikki skrivað seg upp, fyrr enn tey høvdu veruligan tørv.

- Tá fólk flyta til kommununa hevur føðingardagurin eisini stóran týdning - eisini tá ið hugsað verður um skattakrónurnar, sigur Foreldrafelagið.

Arbeiðsbólkurin heldur, at tilflytarar kunna koma á bíðilistan upp til seks mánaðir áðrenn flutt verður til kommununa.


Sama um tað er genta ella drongur

Tá pláss er tøkt skal fyrsta barnið á bíðilistanum í økinum hava tilboð, men neyðugt er at tillaga aldurs- og kynsbýtið til stovnin. Foreldrafelagið tekur ikki undir við, at kynið skal hava nakað at siga.

- Tað skal strikast, tað er ikki galdandi nakra aðra staðni í samfelagnum, sigur Foreldrafelagið.

Um foreldur av einihvørji orsøk ikki taka av einum ansingartilboði, verður barnið ikki flutt afturum á bíðilistanum. Hetta kann Foreldrafelagið ikki annað enn taka undir við.


Støðutakan heldur enn kunningar

Upptøkunevnd við trimum umboðum verður sett at taka børnini inn. Í nevndini verður leiðarin á dagstovnaskrivstovuni, ein økispedagogur í dagrøktini og ein stovnsleiðari. Upptøkunevndin skal hava fýra regluligar fundir um árið og annars eftir tørvi. Leiðarin á dagstovnaskrivstovuni hevur heimild at taka avgerðir um upptøku, sum síðani verða lagdar fyri upptøkunevndina til kunningar á fyrst komandi fundi.

- Tað er ov sjáldan at hava fund fýra ferðir um árið, heldur Foreldrafelagið.

- Nevndin eigur at hava fund eina ferð um mánaðin. Skulu eingi børn takast inn, verður fundurin avlýstur. Og leiðarin á dagstovnaskrivstovuni eigur ikki at leggja avgerðir um upptøku fyri nevndina til kunningar, men til støðutakan.

Sosiala nevnd er kærunevnd viðvíkjandi avgerðum hjá upptøkunevndini og tað heldur Foreldrafelagið er í lagi.


Aftur á sama stovn

Í staðin fyri, sum arbeiðsbólkurin skjýtir upp, at foreldur "kunnu søkja" um, at barnið fær farloyvi frá ansingarstovninum við trygd fyri at tað fær plássið aftur, eigur at standa "hava rætt til". Einasta treytin fyri farloyvi er, at barnið er burturi frá ansingarstaðnum í minsta lagi seks mánaðir.

- Fimm mánaðir er betri hóskandi, heldur Foreldrafelagið, tí barnsburðartíðin er 24 vikur. Felagið metir tað hava sera stóran týdning, at barnið sleppur aftur á sama stovn.

Foreldrafelagið tekur undir við punktinum, ið sigur, at børn, hvørs systkin framman undan hava ansingarpláss, ikki hava framíhjárætt.

- Men í hvørjum einstøkum føri eigur at miðast ímóti, at systkin fáa pláss á sama stovni, sigur arbeiðsbólkurin hjá býráðnum.

At seta í verk ta broytingina, ið sigur, at á vøggustovum skal miðast ímóti, at helmingurin av børnunum er millum 12 og 24 mánaðir, og at hin helmingurin er millum 24 og 36 mánaðir, er at skúgva alla ábyrgd frá sær fyri børnum undir eitt ár, heldur Foreldrafelagið.

- Verður hinvegin gingið eftir bíðilistanum verður hetta loyst av sær sjálvum, sigur felagið.

At børn við serligum tørvi koma fram um á bíðilistanum, men bert í teimum førum, har barnaverndarnevndin hevur viðmælt, er rætt heldur Foreldrafelagið.