Ikki rætt at hýsa ikki selist

Góði hýsuprísurin á Fiskamarknaði Føroya í gjár, er kanska eitt prógv um tað, sum landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, sigur um, at føroysk hýsa saktans kann seljast. Prísirnir á hýsu vóru sera góðir á Fiskamarknaði Føroya í gjár, tá hýsa fekk betri prís enn eitt nú toskur.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur áður víst á, at tað ikki er rætt, tá róð verður fram undir, at føroysk hýsa ikki kann seljast.

Hann vísir eitt nú til nøgdir og prísir í januar í ár í mun til í januar fjør.

- Tølini vísa, at í januar í 2009 avreiddu føroysk skip 510 tons av hýsu fyri umleið 8,70 krónur fyri kilo, meðan føroysk skip í januar í ár avreiddu 530 tons fyri ein miðalprís upp á 10,20 krónur fyri kilo.

Landsstýrismaðurin vísir á, at føroysk skip, sum avreiða beinleiðis í Skotlandi, hava heldur ikki havt trupuleikar við at sleppa av við føroyska hýsu.

Men hóast alt hetta, heldur Jacob Vestergaard, at málið við hýsuni og stongslinum í Bretlandi skal takast í størsta álvara.

- Tó má tulkingin av veruligu støðuni verða røtt, leggur landsstýrismaðurin aftrat.