Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spyr nú Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, um mál- og mentanarundirvísing fyri útlendingar. Hann vísir á, at sum støðan er í dag, so er tað ymiskt frá kommunu til kommunu, hvat gjørt verður á økinum. Onkur kommuna ger einki, nakrar gera eitt sindur við tað, meðan so uppaftur aðrar gera nógv burturúr.
- Tað má metast at vera óheppið og heldur ikki rætt, at tað skal vera ymiskt, hvat verður gjørt burturúr mál- og mentanarundirvísing í Føroyum, alt eftir hvar í landinum viðkomandi er búsettur, sigur Magnus Rasmussen.
Tí spyr hann, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur við mál- og mentanarundirvísing fyri útlendingar í Føroyum. Magnus Rasmussen sigur í sínum viðmerkinginum til fyrispurningin, at seinastu árini eru nógvir útlendingar fluttir til Føroya at búgva og nógvir av hesum hava ikki norðurlendskan ríkisborgararætt og hava hesir tí serliga stórar avbjóðingar við føroyska málinum og føroysku mentanini.
Hagtølini hjá Útlendingastovuni vísa, at í 2017 fingu 61 fólk, sum ikki hava norðurlendskan ríkisborgararætt uppihaldsloyvi í Føroyum, og tølini hava verið støðug seinastu fimm árini. Tølini eru ikki uppgivin eftir kyni, men tað er greitt, at flestu uppihaldsloyvini verða givin kvinnum úr Fjareystri og Afrika. Tað er í morgin, at Magnus Rasmussen setir spurningin á tingi.