Ikki ráð at koppseta gentur fyri krabbamein

Ætlanin at koppseta allar 12 ára gamlar gentur fyri krabbamein er dottin niðurfyri. Tað kemur dátt við hjá Føroya Felag móti krabbameini, tí tað eru smápengar, tað snýr seg um

- Hetta kemur ógvuliga dátt við, tí í síðsta enda eru tað mannalív, tað snýr seg um.

Jansy Gaardlykke á Føroya Felag móti Krabbameini er ómetaliga hørm, tá ið vit fortelja henni, at fyribils er ætlanin at koppseta allar 12 ára gamlar gentur fyri krabbameini í lívmóðurhálsinum, dottin niðurfyri.

Tað hevur ligið í kortunum, at frá 1. januar skuldi føroyska heilsuverkið bjóða 12 ára gomlum gentum ókeypis koppseting fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum.

-Tað var okkara greiða fatan, at hetta skuldi setast í verk nú, siga bæði Jansy Gaardlykke dagligur leiðari í Føroya Felag móti Krabbameini og Jákup N. Olsen, formaður í felagnum.

Tað hevur eisini leingi verið ætlanin at seta hesa koppseting í verk í Føroyum.

Men beint nú hevur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður kortini boðað frá, at hendan koppsetingar verkætlanin verður ikki sett í verk næsta ár, tí fíggjarkarmurin gav ikki rúmd fyri at seta hesa koppseting í verk í 2009, sum hann tekur til í sambandi við, at síðsta hond skal leggjast á fíggjarlógina fyri næst ár.

Ella sagt við øðrum orðum, hava vit ikki ráð at seta hesa koppseting í verk næsta ár hóast bæði donsku heilsumyndugleikarnir og landslæknin hava mælt til, at tað verður gjørt.

Sostatt er heldur ongin peningur settur av á fíggjarlógini fyri næsta ár til endamálið


Kostar eina millión

Annars hevur tað heilt til nú verið ein greið ætlan, at 1. januar skuldi heilsuverkið fara undir at koppseta 12 ára gamlar gentur fyri at fyribyrgja krabbameini í lívmóðirhálsinum.

Ætlanin var enntá at hava eina skiftistíð fyri gentur, sum eru 13, 14, og 15 ár, soleiðis at allar gentur, ið eru føddar eftir 1. januar 1993 kundu verið við í skipanini.

Hevði skipanin verðið sett í verk, hevði hon kostað góðar 1,1 millión krónur um árið. Men tey bæði fyrstu árini hevði hon kostað eina millión eyka um árið av tí tær 13,14 og 15 ára gomlu genturnar høvdu komið við í skipanina í skiftistíðini.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður hevur verið á landsstýrisfundi í morgun, men hann fekk kortini stundir at vátta, at skipanin verður ikki sett í verk næsta ár.


Snýr seg um mannalív

Í Føroya Felag ímóti Krabbameini eru tey týðiliga illa við av at frætta, at ætlanin er ikki at seta hesa koppseting í verk kortini.

- Vit hava strongt á at fáa hesa koppseting til Føroya eisini og vit høvdu skilt, at talan var bara um ein avgreiðsluspurning, sigur Jansy Gaardlykke í Føroya Felag ímóti krabbameini.

Upp ímóti 20 føroyskar kvinnur fáa staðfest krabbamein í lívmóðurhálsinum um árið og skipað koppseting hevði byrgt fyri nógv teimum flestu av øllum hesum tilburðum.

Títtleikin í Føroyum er nógv hægri enn í hinum Norðurlondunum.

- Serliga tí eiga vit heilt avgjørt at fara undir hesa koppseting sum skjótast, sigur Jansy Gaardlykke.

Hon heldur, at táið bæði danska Heilsustýrið og Landslæknin í Føroyum hava mælt til at seta hesa koppseting í verk, átti at tað verið tórført at sett tey tilmælini til viks.

- Tað hevur alstóran týdning, at seta hesa koppsetingina í verk, tí hetta er í heilt stóran mun við til at fyribyrgja krabbameini í lívmóðurhálsinum.

Annars ber til at keypa koppseting, men tað kostar 4000 krónur fyri hvønn.

- Tað eru nógvur pengar at leggja á borðið og tað ber sjálvandi í sær, at tað vera tey meiri vælbjargaðu, sum hava ráð at koppseta seg og ikki hini.

Jansy Gaardlykke vísir á, at hetta eru ongir pengar tað snýr seg um hjá landskassanum, tí tað kostar ikki meiri enn eina góða millión hjá heilsuverkinum at koppseta allar 12 ára gamlar gentur.

- Hetta eru smápengar afturímóti tí gagni, sum hendan koppsetingin ger, tí í síðsta enda eru hetta mannalív, tað snýr seg um.

- Tað eru fyri ein stóran part kvinnur í góðum árum og mammur, sum fáa krabbamein í lívmóðurhálsinum, so hetta er ein sjúka, sum mangan hevur heilt álvarsligar menniskjansligar avleiðingar fyri heil húski, sigur Jansy Gaardlykke.

- So gjørt upp í pengum, hevur hetta púra ongan týdning, leggur hon afturat.

Annars fer Løgtingið í morgin at viðgera eitt uppskot frá Tjóðveldinum um at bjóða øllum 12 ára gomlum gentum hesa ókeypis koppsetingina ímóti krabbameini í lívmóðurhálsinum.