Ikki politisk undirtøka at broyta bummgjaldið

Hóast politikar eru samdir um, at prísurin fyri at nýta Vágatunnilin er høgur, so eru serliga samgongupolitikarar bangnir fyri at brenna fingrarnar, verður nortið við fíggjarligu fortreytirnar hjá nevndini í P/F Vágatunnilin. Politisk uppíblandan fer at ávirka verkætlanina við Norðoyatunnlinum

Skulu politikarar áleggja nevndini í P/F Vágatunnilin at lækka gjaldið fyri at nýta Vágatunnilin? Spurningurin gjørdist aktuellur, eftir at nevndin í partafelagnum nú loksins hevur kunngjørt, hvat tað fer at kosta at nýta fasta sambandið millum Vágar og Streymoy.
Vágatingmenninir Marjus Dam úr Sambandsflokkinum og Jóanis Nielsen úr Fólkaflokkinum hava longu boðað frá, at eitt uppskot frá teimum liggur klárt at leggja fyri løgtingið. Uppskotið snýr seg í stuttum um at flyta raksturin av Vágatunnlinum frá partafelagnum og í staðin senda rokningina í landskassan. Bummgjaldið skal síðan bara fíggja rentur og avdráttir hjá P/F Vágatunnlinum.
Men politisku flokkarnir eru sum heild ivasamir, hvørt tað er rætt, nú tunnilin at kalla er liðugur, at fara inn politiskt og broyta fortreytirnar fyri verkætlanini. Tí við at broyta fortreytirnar fyri, hvussu stóran part av tunnlinum skal fíggjast við eginfígging, tvs. brúkaragjaldi, verður samtíðis brotið við upprunaætlanina við Vágatunnlinum.
Teir fýra samgonguflokkarnir eru samdir um, at tað er rættast at halda fast við verandi loysn, meðan andstøðuflokkarnir seta spurnartekin við, hvørt tað ikki er neyðugt at endurskoða upprunaligu ætlanina og ásanna, at landskassin má átaka sær størri part av ætlanini.

Halda fast við verandi loysn
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, er hart ímóti at politikararnir nú leggja seg út í arbeiðið hjá P/F Vágatunnlinum. Hann vísir á, at hóaat Tjóðvledisflokkurin upprunaliga var sera ivasamur um loysnina við at lata eitt partafelag útbyggja og lutvíst fíggja undirsjóvartunnilin, so tók flokkurin undir við hesi loysn kortini tí annars hevði neyvan verið gjørligt at gjøgnumføra verkætlanina.
- Tá løgtingið samtykti at lata arbeiðið upp í hendurnar á einum partafelag, so góðtók tingið samtíðis, at partafelagið eisini ásetur kostnaðin fyri at nýta tunnilin. Eg skilji væl støðuna hjá vágafólki, men nú mugu vit halda fast við hesa loysnina, sigur Høgni Hoydal. Eftir hansara tykki er tað skeivt, at politikararnir nú fara at blanda seg uppí arbeiðið hjá nevndini.
- Hetta er eisini ein samfelagsbúskaparligur spurningur. Skal landskassin nú átaka sær størri part av útreiðslunum hjá Vágatunnlinum, so fer tað at ávirka aðrar ætlanir. Velir man t.d. at rinda raksturin av tunnlinum úr landskassanum, so broytir tað samtíðis fortreytirnar fyri verkætlanini við Norðoyatunnlinum. Tí so mugu vit ásanna, at landskassin eisini har noyðist at bera størri part av kostnaðinum, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum ávarar tí ímóti, at man politiskt leggur seg útí arbeiðið hjá P/F Vágatunnlinum.

Nevndin suveren
Heldur ikki Óli Breckmann, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, hevur hug at leggja seg út í arbeiðið hjá nevndini.
- Grundleggjandi haldi eg, at tað er nevndin í P/F Vágatunnilin, ið hevur ábyrgdina av málinum. Vit noyðast at halda okkum til, at nevndin tekur rættar avgerðir, tá hon ásetur prísin. Og vísir tað seg seinni, at prísurin er mettur skeivt, so má tað eisini vera nevndin, ið fer inn og broytir hann, sigur Óli Breckmann. Hann leggur afturat, at politikararnir mugu vera sera varnir, áðrenn teir leggja seg út í arbeiðið hjá nevndini.
Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum heldur ikki, at tað er rætt at fara inn og broyta upprunaligu ætlanina við P/F Vágatunnlinum, ið ásetur, at ein partur skal fíggjast við brúkaragjaldi, tí uttan henda leist gjørdist Vágatunnilin neyvan veruleiki.
Spurdur, hvørja støðu Fólkaflokkurin hevur til felags uppskotið, ið er væntandi frá vágatingmonnunum Marjus Dam og Jóanis Nielsen, sigur Óli Breckmann, at nú má uppskotið koma fyrst, áðrenn hann kann gera nakrar viðmerkingar til tað.
- Eg kann bara siga, at eg eri grundleggjandi ímóti, at politikararnir, nú arbeiðið er um at vera liðugt, leggja seg út í arbeiðið hjá nevndini fyri P/F Vágatunnilin, sigur Óli Breckmann.

Gev nevndini ein kjans
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er ímóti, at politikararnir nú fara at broyta upprunaligu ætlanina við Vágatunnlinum. Hann vísir á, at undirsjóvartunnilin varð bygdur við teimum fortreytum, at hann skuldi hvíla í sær sjálvum.
- Løgtingið hevur samtykt hesa loysnina, og tí er tað skeivt at politikararnir nú leggja seg út í arbeiðið hjá partafelagnum. Vit kendu fortreytirnar, tá arbeiðið fór í gongd, og tí haldi eg, at vit eiga at geva P/F Vágatunnlinum ein møguleika, sigur Jenis av Rana.
Formaðurin í Miðflokkinum heldur, at nú eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið, og lata tíðina vísa, hvussu nýtslumynstrið verður av tunnlinum. Vísir tað seg, at prísurin er skeivt ásettur, so má tað eisini vera uppgávan hjá nevndini at broyta hann, heldur Jenis av Rana. Eftir hansara tykki eiga politikarnir ikki at blanda seg, fyrr enn nevndin blakar handklæðið í ringin og boðar frá, at hon ikki megnar sítt arbeiði. Tá hava politikararnir ein trupulleika at halda seg til. Men higartil hevur nevndin gjørt sítt arbeiði, og tí eiga politikararnir ikki at blanda seg, heldur Jenis av Rana.
Eins og Miðflokkurin hevur heldur ikki Sjálvstýrisflokkurin stórvegis hug at leggja seg út í málið. Kári P. Højgaard, ið tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, vísir á, at politikararnir hava lagt eina uppgávu út til eitt partafelag at taka sær av, og tí er tað trupult nú aftaná at taka nevndina av ræði.
- Tað var politisk semja um at nýta hesa loysn fyri Vágatunnilin, har eitt partafelag stendur fyri arbeiðinum. Við nú at taka nevndina av ræði og t.d. politiskt áseta ein annan kostnað, hava vit í veruleikanum sent nevndina til hús, metir Kári P. Højgaard.
Hóast tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum metir, at prísurin fyri at nýta tunnilin er høgur, so vísir hann samtíðis á, at man má ganga út frá, at nevndin hevur gjørt sínar meting eftir givnum fortreytum og bestu sannføring. Tó kundi hann sjálvur ynskt, at nevndin lurtaði eftir teimum mongu, ið hava víst á, at lægri prísur viðførir størri nýtslu.
Kári P. Højgaard sigur seg ikki vera serliga hugaðan fyri uppskotinum at flyta útreiðslur, t.d. frá rakstrinum, úr P/F Vágatunnilin og aftur í landskassan.
- Eg haldi tað vera sera óheppið, um vit nú aftaná sleppa upprunaligu ætlanini, og lata landskassan gjalda størri part av kostnaðinum, sigur Kári P. Højgaard.

Ætlanin endurskoðast
Teir báðir stóru andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, ásanna báðir, at kostnaðarætlanin hjá Vágatunnlinum, nú nýtslugjaldið er ásett, má endurskoðast.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, vísir á, at Javnaðarflokkurin upprunaliga var ímóti leistinum við einum partafelag, men síðan mátti ásanna, at tað var ein fyritreyt fyri at tunnilin kundi gerast veruleiki.
- Tað er greitt, at loysnin við partafelagnum leggur útreiðsluna uttanfyri fíggjarlógina. Men í síðsta enda snýr tað seg allíkavæl um pengar. So tá vit nú síggja, hvat fyri eitt nýtslugjald krevst fyri at rinda fyri tunnilin, so bendir tað á, at býtið millum landskassans part av fíggingini og partin, ið P/F Vágatunnilin skal gjalda, hevur verið skeivt. Tað vil siga, at almenni parturin hevur verið ov lítil, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann staðfestir, at verandi prísur er ov høgur, og vísir á, at nú eru tveir møguleikar at taka: antin at tað almenna átekur sær part av lánibyrðuni hjá P/F Vágatunnlinum, ella at raksturin verður fluttur yvir í landskassan.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum metir, at politiskt ber ikki til at forsvara eitt so høgt nýtslugjald, og tí er neyðugt at endurskoða verkætlanina. Men samtíðis ásannar Jóannes Eidesgaard, at hetta fer at ávirka aðrar íløgur, millum arbeiðið við at gera Norðoyatunnilin, ið nú má endurskoðast, so sama mistak ikki verður gjørt einaferð afturat.
Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, tekur undir við, at ætlanin við P/F Vágatunnlinum má endurskoðast. Hon vísir á, at hóast tað besta hevði verið, um leiðslan fyri P/F Vágatunnilin sjálv kundi broytt tað alt ov høga nýtslugjaldið, so slepst neyvan undan at politiakrarnir leggja seg út í málið.
Forkvinnan í Sambandsflokkinum sigur, at enn hevur flokkurin ikki viðgjørt uppskotið um at flyta rakstararútreiðslurnar fyri tunnilin yvir í landskassan, sum m.a. Marjus Dam hevur boðað frá, er á veg. Men hon sigur, at fæst ikki onnur og betri loysn, so tað gerst bíligari at nýta tunnilin, so tekur hon undir við uppskotinum. Eins og formaðurin í Javnaðarflokkinum, ásannar Lisbeth L. Petersen, at ein tílík loysn fer at ávirka, og helst eisini seinka, arbeiðinum fram ímóti føstum sambandi undir Leirvíksfjørð.

Ávirkar Norðoyartunnilin
Hóast samgonga og andstøða ikki er á einum máli um, hvat er rættast at gera í samband við Vágatunnilin, so eru allir flokkar samdir um, at gongdin við Vágatunnlinum fer at ávirka arbeiðið við at gera Norðoyatunnilin, so ella so. Flokkarnir tykjast samdir um, at fer landskassin nú at gjalda størri part av útreiðslunum til Vágatunnilin, so verður neyðugt at endurskoða verkætlanina við Norðoyatunnlinum, ið so helst eisini gerst ein tyngri útreiðsla fyri landskassan.