Fleiri kritiskar røddir hava verið frammi um, at búfólkini á Psykiatriska Deplinum ikki fáa framíhjárætt at flyta inn í sambýlið, Eystan Heyg.
Í vikuskiftisblaðnum prentaði Sosialurin samrøðu við Karsten Hansen, Heilsumálaráðharra og Tormóð Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska Deplinum. Báðir finnast teir at, at tey 15 liðugtviðgjørdu fólkini, sum enn eru fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum, ikki fáa framíhjárætt til sambýlið Eystan Heyg. Sambýlið varð upprunaliga bygt til hesi fólkini, siga teir. Men Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum hvørki vil ella kann geva teimum framíhjárætt.
- Eg kann ikki avgera, hvør skal inn í sambýlið. Tað má vera tann borgarin, sum er ringast fyri, sum sleppur inn í sambýlið. Tað eru ikki politikarar, sum skulu avgera tað, men ein visitatiónsnevnd við fakfólki, sigur Annika Olsen og leggur aftrat:
- Eg havi sum politikari skyldu at tryggja, at tað er tann borgarin, sum hevur størsta tørvin, sum sleppur inn í sambýlið. Eitt sindur av rættartrygd má vera.
Av tí sama sigur landstýriskvinnan seg ikki hava heimild til at geva hesum 15 búfólkunum framíhjárætt, tí byggisamtyktin frá 2011 loyvir øðrum at búgva har.
Lógin varð broytt
Annika Olsen er ei heldur samd í, at íbúðirnar Eystan Heyg vórðu gjørdar serliga til tey, sum búgva á Psykiatriska Deplinum.
- Eg dugi ikki at síggja nakrastaðni, at sambýlið skal vera bygt til akkurát hesi fólkini, sigur hon.
Tað stóð upprunaliga í lógartekstinum, at íbúðirnar skuldu byggjast til fólkini, sum høvdu fastan bústað á Psykitriska Deplinum. Lógin varð broytt í 2011, tí hildið var, at tað var skeivt at skriva í eini lóg, hvør skuldi búgva í sambýlinum.
- Lógin varð upprunaliga broytt, tí tað tóktist eittsindur fýrkantað, at avgera við lóg, hvør skuldi búgva í sambýlinum, tí hvat nú um tey ikki høvdu hug ella vórðu skikkað at búgva har, sigur Tormóður Stórá.
Summi av búfólkunum hava búð so leingi á Psykiatriska Deplinum, at tey eru stovnsgjørd og tí ikki kenna seg trygg við at flyta. Tormóð Stórá ásannar, at tað er so, men sigur seg kortini sakna eina trygd fyri, at tey 15 fáa eitt heim uttanfyri depilin nú.
- Ein psykiatriskur depil er ikki at stað, har fólk skulu búgva, sigur hann. Tað, at búfólkini á Psykiatriska Deplinum ikki fáa framíhjárætt, ger, at hann óttast, at tey aldrin koma út.
Mugu virða sjálvsavgerðarrættin
Landstýriskvinnan í almannamálum leggur dent á, at hon vil gera alt fyri at loysa trupulleikan við teimum fastbúgvandi fólkunum á Psykiatriska Deplinum, men hon kann ikki lova, at tey øll flyta av deplinum.
- Vit mugu virða sjálvsavgerðarrættin hjá hesum fólkunum. Tað er møguligt, at ikki øll vilja flyta. Vit kunnu ikki fara at tvangsflyta fólk - tann tankin býður mær øgiliga nógv ímóti, sigur landsstýriskvinnan og leggur aftrat:
- Hesi fólkini mugu handfarast við stórsta varsemi. Serliga, tá hugsað verður um teirra søgu - tey eru tvangslutt fyrr. Vit kunnu ikki gera tað einaferð aftrat, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tað ræður um at finna tað bestu loysnina fyri øll.
- Tað er møguligt, at okkurt annað tilboð er betur fyri summi av hesum fólkunum, tað má visitatiónsnevndin avgera, sigur hon.
Bæði Tormóður Stórá og Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldið, sum setti skrivligan spurningin til Anniku Olsen, viðvíkjandi hvør skal búgva í sambýlinum, hava sagt, at tey óttast, at einki meira hendir á hesum økinum, tí fleiri pengar ikki eru játtaðir til býli til fólk við sálarligum avbjóðingum.
Hesum nýtast tey ikki at óttast, sigur Annika Olsen.
- Pengar eru longu settir av til hesi fólkini á fíggjarlógini - pengar sum fara til Psykiatriska Depilin í dag, og við teimum kann man uttan iva gera okkurt fyri hesi fólkini uttanfyri depilin, sigur hon.
Skulu út
- Vit eru øll samd um, at hesi fólkini skulu út av Psykiatriska Deplinum. Heilsumálaráðharrin, Karsten Hansen, og eg eru samd um at fara undir eina tilgongd, har vit tryggja øllum, sum ynskja tað, at tey fáa ein betur bústað, sigur Annika Olsen. Hon vil gjarna lova, at tey, ið ynskja tað, sleppa at flyta úr úr Psykiatriska Deplinum, men hon vil ikki at seta eitt tíðspunkt fyri nær.
- Nú er visitatiónsnevndin sett, og hon skal taka støðu til, hvat er besta loysnin fyri hesi fólkini, sigur Annika Olsen. Hon væntar, at nevndin tekur avgerð um, hvør skal búgva í sambýlinum hósdagin 20. mars. Haraftrat fer nevndin møguliga at koma við einum tilmæli um, hvat skal gerast fyri tey, sum ikki fáa bústað Eystan Heyg.