Ikki pláss fyri einum einasta mistaki

Í næsta mánað fer funningsmaðurin, Terje Joensen, at koyra kapp á motorsúkklu á Isle of Man og tað er ein tann kendasta og harðasta kappingin í verðini

- Vegirnir eru smalir og ferðin er rættiliga stór. Tí er ikki pláss fyri einum einasta mistaki.

 

Tað sigur Terje Joensen, sum koyrir kapp á motorsúkklu.

 

Í døgunum 18 til 30. august fer hann at koyra kapp á Isle Of man, har hann koyrir í Manx Grandprix.

Í fjør var hann fyrstu ferð á Isle og Man, men hann fekk tekniskar trupulleikar og steðgaði upp tvær ferðir.

 

Nú roynir hann seg aftur á eini nýggjari motorsúkklu, eini Honda CBR600, og málið hjá honum er at hava eina miðal ferð á heilar 185 kilometrar um tíman og at gjøgnumføra allar kappingarnar.

 

Terje Joensen sigur, at breytin á Isle og Man er tann mest krevjandi og vandamiklasta av øllum. Hon er 37,6 míl til longdar við 260 svingum eftir smalum vegi, har ferðin nærkast 300 kilometrum um tíman.

Hetta er samstundis ein kapping, sum fær ferðafólk at streyma til lítlu oynna í Írska Havi.

Hetta er samstundis fyrstu ferð, ein føroyingur er við í kappingini

- Eg eri ongantíð so konsentreraður, sum í hesi kappingini, tí tað er so smalt og tú koyrir so skjótt, at gert tú eitt mistak, fært tú ikki ein møguleika afturat, sigur Terje Joensen.

 

- Men nettum vandin er eitt, sum dregur við hesum og var hetta nakað, øll kundi, var tað ikki so lokkandi, leggur hann afturat.

- Tá ið tú stendur klárur  á startlinjuni, er tað ein sjáldsom kensla og tú hugsar um, um startarin, sum klappar teg a økslina  áðrenn tú fert av mállinjuni, verður tann seinasti, sum nemur vi teg.

- Tað er einki í heiminum sum likist hesum, sigur Terje Joensen.

Hann sigur, at tað eru bara royndir kappkoyrarar, ið sleppa at koyra á Isle of Man og hann staðfestir samstundis, at tá ið hann hevur roynt hesa kappingini, verður tað ongantíð tað sama at koyra í øðrum kappingum.

 

Á myndini er Terje Joensen, vinstrumegin, saman við mekanikaranum