At hava ein pappkassa yvir høvdið, eftir vitjan hjá hárfríðkara, er neyvan permanent loysn.
Føroyska veðurlagið kann ofta arga, serstakliga nú heystið stundar til.
Men maðurin á myndini hevur júst verið hjá hárfríðkara í Vágsbotnið í Havn, og at hava ein pappkassa á høvdinum er neyvan permanent loysn.
Søgan, ella myndin, sigur tó onki um, hvørt talan var um klipping, permanent, liting ella annað.
Tó, tvinnir eru kostirnir: hann er ónøgdur við úrsltið, ella hann er væl nøgdur, og vil verja hárbúnan so væl, sum til ber!










