Fjarskifti
Í samrøðu við Sosialin í gjár, mælti Birgir W. Høgnesen, sum starvast á internet-fyritøkuni, Tele Tech, til, at Føroya Tele við einskiljing verður gjørt til tvey feløg í staðni fyri eitt. Annar parturin verður tær telefon-og internettænastur, sum fyritøkan í dag hevur ? og hin parturin, sum eigur at leggjast í eitt nýtt felag, eigur at fevna um linjur, mastrar og annað, sum brúkt verður til telesamskifti í Føroyum.
Birgir vísti eisini á, at tey smáu telefeløgini noyðast at biðja Føroya Tele um loyvi at leiga linjur út, men leigukostnaðurin av hesum linjum er so høgur, at tey smáu feløgini megna ikki at geva nøktandi tilboð til síni viðskiftafólk í útjagaranum ? og tí eru hesi fólk fyri vanbýti.
Hann heitti eisini á landsstýrismannin, Bjarna Djurholm, um ikki at drála við at fremja hesar broytingar og soleiðis lata fjarskiftisvinnuna doyggja ? eins og alivinnan doyði, meðan bíðað varð, sum hann tók til.
Ósakligt og "ynkeligt"
Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, heldur, at viðmerkingarnar hjá Birgiri W. Høgnesen eru ein roynd at ávirka politikararnar ? ella at biðja teir um hjálp, nú fyritøkan, hann starvast hjá, kanska ikki megnar at vera við í kappingini á fjarskiftisøkinum.
Hann heldur, at ákoyringarnar á Føroya Tele í hesum førinum eru ósakligar ? og "ynkeligar", sum hann tekur til.
Stjórin viðgongur, at samstarvstrupulleikar hava verið millum Føroya Tele og Tele Tech av givnum orsøkum, sum hann ikki vil kunngera alment. Hinvegin sigur hann, at samstarvið við aðrar veitarar sum heild er ógvuliga gott.
- Sum heild, eru viðmerkingarnar hjá Birgiri rættiliga langt úti, og tá ið hann so samanber doyggjandi alivinnuna við fjarskiftisvinnuna, meti eg, at hann púrasta mistekur seg.
Andras sigur, at alivinnan júst er øvuta dømi av Føroya Tele ? skilt á tann hátt, at tað gjørdist ein trupulleiki fyri vinnuna, tá ið allir vildu sleppa at ala.
- Petta vit fjarskiftisvinnuna sundur, gera vit somu mistøk, sum vit gjørdu í alivinnuni. Tá verður ikki pláss fyri øllum. Tí dugi eg slett ikki at síggja, at alivinnan og fjarskiftisvinnan kunnu samanberast á slíkan hátt, sigur hann.
Haldast á lívi
Stjórin heldur, at ein orsøk til, at Birgir W. Høgnesen fer so langt út á "ísin", er, at felagið, sum hann arbeiðir fyri, hevur trupulleikar við at standa seg í kappingini.
- Ein orsøk kann vera, at marknaðurin "flýtur" til so nógvar veitarar innan somu tænastur, kanska hevur felagið ikki røttu "vørurnar" ? ella kanska duga teir ikki nóg væl, sum hann tekur til.
Andras heldur, at tað var hugstoytandi at lesa viðmerkingarnar hjá Birgiri.
- Tað kann væl ikki vera uppgávan hjá Føroya Tele, at allir veitarar á økinum skulu haldast á lívi. Hetta er nógv at krevja av okkum.
Hann er samdur við Birgiri í, at ein liberalisering er farin fram á samskiftisøkinum, og at hendan byrjaði í 1999, tá ið vit eisini fingu aðrar veitarar, sum Birgir vísir á.
- Vit halda tað vera gott við liberalisering, men tað kann ikki vera rætt, at vit í hesi gongd "kunstiga" skulu halda lív í veitarum, sum ikki megna at vera við í kappingini. Og tá ið hesir ikki megna at vera við, biðja teir myndugleikarnar um hjálp, sigur stjórin.
Veldugar íløgur
Andras sigur, at Føroya Tele følir seg ikki traðkað á tærnar í liberaliseringsprátinum, tí hetta er ein náttúrlig "prosess".
Hann heldur tó, at Føroya Tele er fyri vanbýti í mun til aðrar veitarar á økinum.
- Vit eru undir skeivregulering, sum hann tekur til, tí vit sleppa ikki undir somu tingini sum aðrir veitarar ? og vit hava veitingarskyldu, sigur hann.
Stjórin vísir á, at Føroya Tele síðan 1999 hevur gjørt íløgur fyri eina hálva miljard krónur.
- Hesar íløgur eru eisini fyritreytin fyri, at aðrir veitarar kunnu hava nakað sum helst at bjóða, leggur hann dent á.
Andras sigur, at Føroya Tele arbeiðir undir treytum, sum eru reguleraðar úr enda í annan av Fjarskiftiseftirlitinum ? við dikteraðum prísum, sum eru millum teir lægstu í Evropa, tá ið ræður um linjur, ið Birgir sigur eru so dýrar at leiga frá Føroya Tele.
- Tað er Fjarskiftiseftirlitið, sum stýrir hesum, og har leggja tey dent á, at alt skal vera kostnaðargrundað - ella kostbaserað, sum tað eisini verður rópt. Vit halda ofta, at tænastur verða seldar fyri undirkostnað.
Tráðleyst og breiðband
Stjórin á Føroya Tele heldur ikki, at telefeløgini hava havt nakra serliga "succes" við tráleysa internet-sambandinum.
- Tað vísir seg allastaðni í heiminum, at tráleysa sambandið als ikki stendur seg í kappingini við breiðbandið.
Hann vísir á, at Kall sum veitari eisini hevur havt stóra "succes" við at selja breiðband, og hesir eru undir somu treytum sum eitt nú Tele Tech.
Andras vísir til tilmælini, sum landsstýrismaðurin hevur fingið, og at semja ikki fekst í nevndini, sum arbeiddi við hesum máli.
- Eg haldi, at fólk mugu duga at skilja, at vit hava okkara meining um, hvørt vit skulu hava Føroya Tele ella ikki. Sjálvandi skulu vit tað, halda vit, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, at enda.