B68 venjarin Bill Jacobsen ásannaði, at hetta hevði ikki verið dagurin hjá toftamonnum:
- B68 hevur ongantíð vunnið við Margáir, og tað gjørdu vit heldur ikki hesa ferð. Longu í 1. hálvleiki sóu vit, at hesin dagurin var stólpi út hjá okkum, og tá ið teir so í 2. hálvleiki raktu stólpan, so var tað stólpi inn, tí Sorin var fyrstur á returbóltinum. Eg eri nøgdur við, at vit spæla okkum fram til fleiri upplagdar málmøguleikar. Tá ið vit ikki fáa mál, so verða vit uppaftur meiri álopssinnaðir, og tað kostaði.
Bill Jacobsen heldur tølini vísa, at tað rættiliga er skift í holini hjá B68:
- Vit spældu trettan dystir á rað uttan at tapa. Nú hava vit spælt fimm dystir uttan at vinna. Nú mugu vit rannsaka okkum sjálvar, finna fram aftur til tað, sum vit hava verið góðir til og so hava fokus á næstu uppgávuni, sum er ÍF á Svangaskarði.










