Í síðstu viku tók trygdarløgreglan í Eysturríki ein mann, sum arbeiddi hjá russisku rúmdarumsitingini, tí eysturríksku myndugleikarnir vildu vera við, at maðurin var njósnari. Men í gjár varð hann latin leysur, skrivar russiska tíðindastovan RIA Novosti. Sambært tíðindastovuni mótmæltu myndugleikarnir í Moskva handtøkuni og vístu á, at maðurin var diplomatur. Hvussu er og ikki, so slapp maðurin úr varðhaldinum, og hann sleppur eisini aftur til Russlands, skrivar RIA Novosti.










