Heðin D. Poulsen
---------
Tað tykist sum um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja taka ábyrgd og taka neyðug stig fyri at betra um landsins fíggjarstøðu. Tað sær eisini út til, at Fólkaflokkurin, sum einasti samgonguflokkur, ikki klárar at fyrihalda seg til fíggjarliga veruleikan.
Fólkaflokkurin er pápi at øktu almennu útreiðslunum
Heldur enn at royna møguleikarnar, so velur Fólkaflokkurin – enn einaferð – at leggja somu plátuna á, sum teir hava spælt í 15 ár, um at tað almenna má spara. Hetta stendur í beinleiðis andsøgn við veruleikan, at tað er júst Fólkaflokkurin, sum tey seinastu 15 árini næstan óavbrotið hevur sitið í samgongu og verið garantur fyri, at almennu útreiðslurnar bara hava hækkað. Ongar rationaliseringar eru framdar av almenna sektorinum við Fólkaflokkinum, men hinvegin hevur Fólkaflokkurin skapt nýggjar almennar stovnar og økt almennu útreiðslurnar.
Ein samgonguflokkur er í vegin
Verandi samgonga kann ikki halda áfram, tað vil vera katastrofalt fyri búskapin. Løgmaður má taka ábyrgd og taka eina avgerð, ella endar hann í søgubókunum sum løgmaðurin, sum einki megnaði, annað enn at fyrigeva og hyggja, alt ímeðan búskapurin kollsigldi.
Tjóðveldi inn – Fólkaflokkin út
Sum eitt alternativ til nýval, kundi løgmaður roynt at skipa nýggja samgongu. Søguliga sæð, hevur tað altíð verið langt millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi, men eftirsum kardinalpunktini í politiska landslagnum í løtuni ikki er fullveldi og samband, men búskapurin, átti løgmaður at roynt at skipa samgongu millum Tjóðveldi og møguliga Sjálvstýri, saman við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum.