Í kvøld kl. 19.45 spæla Manchester City og AaB 1/8 finalu í UEFA Cup kappingini á City of Manchester Leikvøllinum í Manchester.
Liðskiparin hjá AaB, Thomas Augustinussen metir Manchester City at verða favorittur til dystin í kvøld, men hann heldur kortini, at AaB hevur møguelikan at knógva enska Premier League liðnum. - Vit eru væl fyrireikaðir, og um vit arbeiða hart fyri hvørjum øðrum, so trúgvi eg, at vit kunnu halda teirra málsóknu spælarum burtur frá teimum stóru málmøguleikunum. Samstundis hava vit bitið merki í, at teir hava nakrar veikleikar í verjupartinum, sum vit kunnu gagnnýta, sigur Thomas Augustinussen við Nordjysk Stiftstidende.
Thomas Augustinussen er ikki nøgdur við eitt sonevnt ?heiðurligt tap? ímóti Manchester City. - Vit fara heilt víst eftir stigum, og vit skulu gjarna eisini skjóta eitt útivallarmál í kvøld, sigur Thomas Augustinussen.