Ikki nóg uppsettir

Hetta heldur 17 ára gamli Høgni Midjord, sum veruliga hevur gjørt vart við seg á B71-liðnum í ár.

- Tað virkar sum vit ikki eru nóg væl uppsettir til dystin. Venjarin dugir tó væl at seta okkum upp til dystin, men eg haldi bara at vit vóru móðir. Vit kunnu avgjørt spæla betur, enn vit gjørdu í dag. Hetta var bara ein off-day, heldur Høgni.

Hann vil tó ikki taka nakað frá ÍF.

- ÍF spældi sera væl, teir vinna næstan hvønn bólt. Teir høvdu bóltin meginpartin av fyrra hálvleiki og skapa nógvar málmøguleikar. Teir vóru heilt óvæntað góðir í dag, og hetta vísur bara, at teir vilja nakað í ár, sigur Høgni Midjord, sum serliga er bergtikin av avrikinum hjá Bartali Eliasen.