Eirikur Poulsen, sum er liðskipari hjá B71, helt eftir dystin, at KÍ kanska var eitt lítið petti betri á degnum.
- Teir eru meira klárir, enn vit eru. At talan bleiv um nógvar langar bóltar, vistu vit av, men kortini verða vit fleiri ferðir tiknir á bóli av hesum. Og vit vóru ikki eins nógv uppi á tærnum, sum teir vóru tað.
Men tað eru hóast alt fýra dystir eftir at spæla. Tit hava jú framvegis møguleikan at bjarga sessinum í deildini?
- Ja, og tað ætla vit eisini. Vit hava sum mál at vinna, hvørja ferð vit fara á vøllin, so málið er nú at fáa 12 stig í seinastu fýra dystunum, segði Eirikur Poulsen.










